ME-legu

Sigur hetta tær nakað;
Brandskeið, bráfangishjálp, bommverkstaður, bowla, fín matgerð, list/listasavn, primitiv matgerð, radiovertur, skoyta, ríða á føroyskum rossum.....? Hetta eru nøkur av virkseminum tú kanst velja í millum, um tú kemur við á ME-leguna, sum Føroya KFUK-skótar skipa fyri í Sankta Frans skúla í Havn vikuskiftið 25. januar - 27. januar,

Á eini ME-legu hevur tú sjálvur møguleika at seta tína skrá saman. Summi virksemi eru tó felags: svimjing, morgunrenning, legubál, kirkjugongd, allar máltíðir o.a. Leygardagin kanst tú verða við á trimum ymiskum verkstøðum.

Tilmelding:
Legan er fyri øll sum eru skótar í 2012/13. Neyðugt er at leiðari er við á allari leguni.
Tú teknar teg til leguna hjá liðleiðara tínum. Síðsta freist er mánakvøldið 21. januar 2013.

Vølkomin øll, gleða okkum at síggja teg!!!

Sí viðfesta skjalið, spurningar kunnu sendast til kfukscout@gmail.com

Føroya KFUK-skótar