Skótahjálpin hevur latið Mercy Corps í Indonesia 50.000,- kr. úr Bráfangishjálpargrunninum hjá skótahjálpini.

skotahjalp1
Partar av Indonesia hava verið hart raktar av jarðskjálvta og vatnflóð í mánaðarskiftinum oktober/ november. Hjálpin skal nýtast til at endurbyggja hesi økir og tryggja umstøðurnar hjá børnum.

Mercy Corps er ein hjálparfelagsskapur, sum umframt at hava fleiri verkætlanir, ið vara fleiri ár, eisini veitir bráfangishjálp í sambandi við jarðskjálvta og vatnflóð.

sh2
Orsøkin til, at Mercy Corps er á námsferð í Føroyum, er, at Landsstýrið hevur valgt at stuðla felagsskapinum við einari verkætlan, sum skal fáa kvinnur í Norður Jakarta at geva bróstamjólk. Tað hevur verið arbeitt við hesari verkætlan í 3 ár, og nú sæst aftur, at nógv fleiri kvinnur eru farnar at geva bróstamjólk.

Umboð fyri Mercy Corps eru í løtuni í Føroyum á námsferð, og tí var  høvið nýtt at veita teimum hendan stuðulin á einum kunningarfundi á Landssjúkrahúsinum, har eisini landsstýrismaðurin í heilsumálum A. V. Johansen var til staðar.

sh3
Fyri at eggja heilsustarvsfólki til at menna kunnleikan til at geva bróst, hevur Mercy Corps haft eina kapping, har tey sjúkrahús og tær ljósmøður, sum kundu vísa á størst framgongd at fáa kvinnur til at geva bróst, fingu eina ferð til Føroya.
Tær fyritøkur sum framleiða pulvurmjólk, luta eisini vinningar burtur, millum annað ein túr til Mekka til tey, sum selja mest pulvurmjólk.

Á samkomu á Hotel Hafnia handaði Landsstýrismaðurin í Uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, heiðursbræv til vinnararnar, sum hava víst best framgongd.

Tá ið verkætlanin varð sett í gongd, vóru tvey fólk úr Føroyum í Norður Jakarta fyri at kanna hví kvinnur ikki góu bróst. Tann mest týðandi orsøkin var manglandi vitan í heilsuskipanini, um fyrimunirnir við at geva bróst. Mercy Corps hevur staðið fyri at undirvísa heilsustarvsfólkum úr Norður Jakarta og at koma til Føroyar fyri at kunna seg um okkara vælvirkandi skipan.

Skótahjálpin er eitt afturvendandi tiltak, sum nú hevur verði virkin í 26 ár. Í eina viku ganga skótar runt og bjóða sína arbeiðsmegi fram til eitt hvørt arbeiði. Samsýningin, sum verður latin fyri hetta arbeiðið, fer óskerd til ymisk hjálpararbeiði, ið stuðlar børnum.
Upphæddin verður býtt í tríggjar partar. Ein partur fer til eina føroyska verkætlan, ein partur til eina uttanlands verkætlan og seinasti triðingurin fer í ein bráfangishjálpargrunn.

Meira fæst at vita um Mercy Corps á
www.mercycorps.org