Skótahjálpin stuðlar við 80.000 krónum


myndin-3043_r_628_0
Elisabeth Askham á Mýruni og Jørmund Foldbo.

Ásbjørn Jacobsen 

Í gjár var samkoma í skótahúsinum í Leirvík, tá íð Skótahjálpin handaði kekkar til tvær verkætlanir.

Autismufelagið fekk handað ein kekk áljóðandi 40.000 kr. og Yeshua barnagarðurin í Manila eisini 40.000 kr.

Jan Dam Vang, nevndarlimur í Skótahjálpini, greiddi frá, at í ár hava skótarnir savnað 102.000 kr. sum hann, vegna nevndina, takkaði hjartaliga fyri. Hann segði, at í ár hevði nevndin hevði valt at stuðla Autismufelagnum og Yeshua barnagarðinum í Manila við 40.000 í part. Restin av peninginum verður, sambært reglugerð fyri Skótahjálpina, settur í ein hjálpargrunn til hjálp við brádliga ákomna neyð.

Autismufelagið

Jørmund Foldo, formaður í Autismufelagnum, tók ímóti kekkinum fyri felagið. Hann takkaði fyri stuðulin og segði m.a., at Autismufelagið virkar fyri at betra um korini hjá fólki við autismu í Føroyum. Stórur partur av virkseminum er vent móti børnum og ungum við autismu og teirra familjum.

Børn og ung við autismu hava ofta trupult at vera saman við øðrum menniskjum, ið ikki kenna teirra brek. Eisini er ofta neyðugt, at skrá og innihald er skipað serliga til teirra tørv, um tey skulu trívast. Tí hava tey ikki sama møguleika at sleppa á legu sum onnur børn.

Við stuðlinum frá Skótahjálpini ber til at skipa fyri eini familjulegu, ið júst er ætlað børnum og ungum við autismu og teirra familjum. Ætlanin er at hava leguna í Nesvík, har hvør familja hevur sítt egna kamar. Skráin verður løgd til rættis soleiðis, at fólk við autismu kunnu fáa gleði av virkseminum. Samstundis er endamálið, at øll familjan kann fáa eitt gott og hugnaligt vikuskifti saman, bæði fólk við autismu, teirra systkin og foreldrini. Tað er ikki so ofta, at tað ber til.

Yeshua barnagarðurin í Manila

Elisabeth Askham á Mýruni tók ímóti pengunum til Yeshua barnagarðin í Manila. Í áttati árunum arbeiddi hon i Manila gjøgnum felagsskapin Youth With A Mission. Hon greiðir soleiðis frá.

Fyri 26 árum síðan vóru ungfólk úr Føroyum í Manila á Filipinunum í tænastu hjá felagsskapinum Youth With a Mission. Tá vóru tey við til at stovna ein barnagarð fyri børn, sum annars hildu til á einum ruskdunga. Nú, tá børnini vóru í góðum hondum høvdu mammurnar møguleika at vera til arbeiðis og vinna til lívsins uppihald. Oftast við at vaska klæði fyri fólk.

Seinni yvirtók ein kirkja á staðnum barnagarðin. Her verða børnini eisini fyrireikað, so tey kunnu sleppa í skúla tá tey koma til skúlaaldur. Tá er kravt, at tey hava skúlabúna, sum hini skúlabørnini og skúlabøkur. Her kann Skótahjálpin rætta eina hond. Bygningarnir treingja eisini til røkt og ábøtur. Her gerst rættiliga heitt um summarið, tí er stórur tørvur á „aircondision“.

Elisabeth takka fyri stuðulin og segði, at hann kemur ógvuliga væl við, og fer óskerdur til barnagarðin, har hann verður nýttur til m.a. undirvísingartilfar, 'aircondision' og innbúgv, segði Elisabeth.

Umboð úr øllum skótafelagsskapunum í Føroyum sita í nevndini fyri Skótahjálpini. Tey eru: Toril Waag Olsen (forkvinna), Katrin Knudsen, Randi Durhuus, Høgni Jensen, Símun Michael Sørensen (kassameistari), Tummas Lauritsen og Jan Dam Vang.

Endamálið við Skótahjálpini er, at frísk og ferðug børn stuðla og hjálpa neyðstøddum, sjúkum og illa støddum børnum og ungum í Føroyum og uttanlands við pengum, sum á hvørjum ári eru savnaðir við arbeiði ella á annan hátt. Árliga hjálpin fer til eina útlendska og eina føroyska verkætlan. Ein partur fer í grunn til hjálp við brádliga ákomna neyð.