Reglugerð fyri Føroya Skótaráð

  1. Navn:
    Navn ráðsins er Føroya Skótaráð, stytt FSR.

     

  2. Endamál:
    FSR er eitt samstarvsráð, hvørs endamál er at virka fyri samstarvi millum skótasamskipanirnar í Føroyum. FSR skal umsita felags áhugamál og umboða skótarørsluna her heima og í útheiminum.

     

  3. Skótasamskipanirnar, sum eru við í FSR:
    FH-skótarnir, Føroya KFUK-skótar, Føroya Skótasamband og KFUM-skótarnir í Føroyum.

     

  4. Nevnd:
    Hvør samskipan velur trý umboð í nevndina fyri tvey ár ísenn. IC og NTC eru fastir limir í nevndini. Nevndin skipar seg við einum formansskapi, sum er formaður, næst-formaður, skrivari og kassameistari. Í formansskapinum situr eitt umboð úr hvørji samskipan, tó so at IC og NTC ikki sita í formansskapinum. Formansskapurin hevur dagligu leiðsluna av FSR.

     

  5. Arbeiðsætlan:
    Formansskapurin leggur fram arbeiðsætlan fyri hvørja setu, sum verður løgd fyri nevndina til góðkenningar. Nevndar-limirnir eiga í samráð við formansskapin at átaka sær ávísar uppgávur at røkja. Formansskapurin kann eisini seta arbeiðs-bólkar til ávísar uppgávur.

     

  6. Fundir:
    FSR hevur tveir regluligar fundir árliga, annan í mai mánaði og hin í november mánaði. Tó kunnu fleiri fundir verða, um tað er neyðugt.

     

  7. Atkvøðugreiðsla:
    Hvør samskipan hevur eina atkvøðu, tó skulu allar sam-skipanirnar verða samdar um avgerðir, sum verða tiknar í FSR.

     

  8. Umsiting av almennum fíggjarligum stuðli:
    FSR umsitir og ummælir umsóknir um fíggjarligan stuðul, sum verður veittur skótarørsluni á fíggjarløgtingslógini í mun til limatalið í teimum einstøku samskipaninum. FSR sendir út oyðublað viðvíkjandi limatali, aldursbýti o.l., sum samskipanirnar lata inn aftur til FSR.

     

  9. Annar fíggjarligur stuðul til skótarørsluna:
    FSR viðgerð og ummælir umsóknir um fíggjarligan stuðul frá Jólamerkjagrunninum o.l.

     

  10. Fígging av FSR:
    Av fíggjarliga stuðlinum, sum skótarørslan fær av fíggjar-løgtingslógini, verða kr. 60.000,00 settar av til FSR at ráða yvir, eftir fylgjandi reglum:
    Stuðul til leiðaratiltøk uttanfyri Føroyar:Kr. 32.000,-
    Tiltøk, sum FSR skipar fyri:Kr. 8.000,-
    Rakstur (skrivstovuhald, porto o.a.):Kr. 6.000,-
    PR og útgáva: Kr. 14.000,-
    Stuðul til leiðaratiltøk uttanfyri Føroyar, verður latin eftir umsókn. Í mesta lagi verður latið 50% av samlaða kostnaðinum fyri hvørt einstakt tiltak. Umsóknirnar verða viðgjørdar á fundi í november og skulu latast formanninum minst 8 dagar framanundan. Umsóknirnar skulu verða fyri tiltøk frá undanfarna tíðarskeiði. Eitt tíðarskeið er frá 1. juli til 30. juni. Eisini kann, eftir nevndarsamtykt framanundan, fult gjald verða goldið fyri leiðarar, ið umboða FSR á ráðstevnum uttanlands. Frágreiðing skal latast FSR fyri øll tiltøk, ið FSR stuðlar. Peningur, sum ikki verður brúktur í einum ári, verður setur í grunn til sama endamál.

     

  11. Altjóða nevnd:
    FSR setur eina altjóða nevnd. Fastir limir eru: norður-lendsku umboðini, IC fyri WAGGGS og IC fyri WOSM. Altjóða nevndin umsitur og røkir, eftir avgerð ráðsins, sambandið úteftir, m.a. við altjóða skótarørsluna, evropa regiónina, norðurlendsku samstarvsnevndina og við viðurkendar skótasamskipanir í øðrum londum. Ivamál verða løgd fyri formansskapin. Altjóða nevndin ger arbeiðssetning, ið nevnd FSRs skal góðkenna.

     

  12. Samskifti við myndugleikarnar:
    FSR tekur sær av samstarvi við myndugleikarnar og almenningin, tá ið hetta kann gagna skótarørsluni sum heild.

     

  13. Samstarv millum samskipanirnar:
    FSR kann taka sær av samstarvsuppgávum, sum t.d. felags leiðaratiltøkum, felags s kótamerkjum o.l. FSR stendur fyri felags tiltøkum, so sum skótahjálpini, skipan av B-P guðstænastum, felags legubáli, felags summarlegu o.l.

     

  14. PR-arbeiði:
    FSR skipar fyri PR fyri skótarørsluni sum heild, m.a. við skrivligum tilfari, framsýningum o.ø., her heima og uttanfyri Føroyar. Skipar tíðindaflutning til fjølmiðlarnar í Føroyum.

     

  15. Útgáva:
    FSR skipar fyri útgávu av skótatilfari, sum kann hava týdning fyri skótarørsluna sum heild.

     

  16. Broytingar í reglugerðini fyri FSR:
    Broytingar í hesi reglugerð skulu samtykkjast í hvørji samskipan sær.

Henda reglugerð er samtykt á fundi í Tórshavn 28. mars 1987 og seinast broytt 27. februar 1994.