Diabetesfelag Føroya


Diabetesfelag Føroya er felagskapur fyri tey, sum hava sjúkuna diabetes, bæði typa 1 eisini kallað ungdómsdiabetes, og fyri tey, sum hava diabetes typa 2. Felagið er eisini fyri tey, sum annara hava áhuga í diabetes, bæði avvarandi at teim sjúku ella heilsustarvsfólk og eru umleið 600 limur í felagnum.

Tað eru umleið 30 børn og ung undir 18 ár í Føroyum, sum hava diabetes-typa1. Hesi mugu fáa insulin fleiri ferðir dagliga, antin við at sproyta seg, ella við at fáa eina sokallaða “insulinpumpu”sum regluliga pumpar insulin inn í kroppin. Tað hevur stóran týdning fyri hesi børn og ungu at tey kenna sjúku sína væl og vita, hvat er til ráða at taka, um okkurt óvanligt er áfatt.

Tí roynir Diabetesfelag Føroya at skipa fyri barna-og ungdómslegum av og á, har børn og ung kunnu koma saman vi systkjum og foreldrum bæði til gamans, men sanniliga eisini til álvara.

Felagið takkar fyri allan tann stuðul, vit kunnu fáa til hesi tiltøk okkara.
Kristiana Rein, formaður