Santibari


Barnaheim og –skúli í Indiu



Santibariskúlin í India er virkin á fimta ári, eftir at Skótahjálpin stuðlaði byrjanini av skúlanum í 2006. Skúlin hevur innivist á Santibari-barnaheiminum, sum er ein oasa í einum ógvuliga fátækum landsluti í Norður Indiu.

Barnaheimið verður rikið av „International Børnehjælp“. Har búgva 50 gentur í aldrinum 0-18 ár. Heimið hevur til endamáls at genturnar skulu fáa nógvan kærleika, tryggleika og útbúgving, so at tær, hóast ógvuliga harðar umstøður, kunna klára lívið tá tey fara úr heiminum, 18 ára gamlar. Ofta vilja familjurnar hava genturnar heim fyri at giftast ella fyri at taka sær av teimum eldru, men leiðslan á Santibari roynir at geva teimum eina útbúgving, um familjurnar játta.

Undir ein vitjan á barnaheiminum sat Lisbeth Mortensen (sum er kontaktin hjá Skótahjálpini til barnaheimið) og tosaði við leiðaran, Nekbar Mia, sum greiddi henni frá, at hann hevði eitt stórt ynski um at gera ein skúla fyri tey fátæku børnini í bygdini, sum ikki gingu í skúla, tí
foreldrini ikki høvdu ráð. Í India verður goldið fyri skúla, búnar og bøkur.

Stuðilin frá Skótahjápina gjørdi at dreymurin hjá Nekbar bleiv til veruleika. Nekbar Mia doyði knappliga í 2008, stutt aftaná at Lisbeth vitjaði á Santibari. Men einkjan hjá honum, Kanti Halder, sum var lærari í bygdaskúlanum, avgjørdi at halda fram við skúlanum.

Nú eru fimm flokkar á skúlanum, við teimum, sum ganga í barnagarðsflokki. Í ár hevur skúlin umleið 100 næmingar. Eftir fjórða flokk fara børnini á Missiónsskúlan í bygdini.

Næmingarnir fáa eina máltíð um dagin og frugt áðrenn tey fara heim. Hetta verður goldið av Lisbeth, sum útvegar peningin við at selja málningar, postkort, frímerkir oa.

Síðani skúlin byrjaði hava tey fingið eitt lítið bókasavn. Nú verður møguleiki at keypa fleiri bøkur og undirvísingartilfar.

At fáa hjálp frá Skótahjálpina einaferð enn, fer at gera ein stóran mun fyri næmingar og lærarar. Tey fáa møguleika fyri at fáa gestalærarar, so støðið á undirvísingini kann hækkast. Næmingarnir sleppa á útferð, so tey kunna síggja umráðið uttanfyri bygdina, har tey búgva. Spæliplássið skal fríðkast. Børnini kunnu fáa nakrar teldur. Hetta fyri at beina vegin til at kunna fáa arbeiði, tá tey verða vaksin.

Um onkur skúlaflokkur í Føroyum kundi hugsað sær, at skriva saman við einum flokki í Santibariskúlanum høvdu børnini verið sera fegin. Samband fæst umvegis t-post:lisbeth_henni@hotmail.com.