Søgan um India



Pasted Graphic

Pasted Graphic 1

India hevur eina langa søgu. Tað verður mett, at tað hava búð fólk í Norðurindia fyri  2 mió. árum síðani.


India er um 3.287. 263 km2 til støddar. Til samanbering er Føroyar 1.400 km2. Longdin millum suður og norð er 3.214 km og millum eystur og vestur 2.933 km. 

India er skipa í 28 statum og har búgva 1.200.000.000 fólk og tey hava 200 ymisk mál sum tey tosa. Tað almenna málið er hindu og enskt.

Sjálvt um landi í løtuni hevur ein av teimum skjótast vaksandi búskapinum í heiminum, eru tað umleið 400.000.000 sum liva í stórum fátækradømi, her er markið um ein forvinnur undir 7 kr. um dagin.

Nógvir trúarbólkar eru í India og nógv tann størsti er hinduisma. Har trúgva tey uppá nógvar ymiskar gudar Tey trúgva at tá tey doyggja, verða tey endurfødd í einum øðrum líki. Skikkar man sær illa kann ein vera føddur sum hundur ella annað djór.  Hevur man liva sum bóndi og skikka sær væl og doyr, kann man vera føddur inn í eina ríka familju. Tað besta sum kann henda er, at tey ikki verða fødd aftur men fara í nirvana, eitt slag av himmal har einki er.

Kasti skipanin er nú forboðin í India, men enn virkar hon, serliga í bygdunum. Kasti skipanin ger at fólkini eru bólkaði í 7 ymiskar kastir. Tann hægsta kastin er bramin. Prestar og týðandi leiðarar eru føddir inn í bramin kastina. Tað var ikki loyvt fólki frá einari kast, at blanda seg við eina aðra kast og slett ikki at giftast við einum frá einari aðrari kast.  Tann lægsta kastin er tey kastu leysu. Tað eru um 160 mió. kastu leys. Um tvey frá hvør sínari kast giftust og fingu børn, gjørdist tey øll kastu leys. Um ein hevði uppført seg væl og doyði, bleiv viðkomandi føddur inn í eina hægru kast.

Í 1620 gjørdi Danmark eina handilstøð í Trankebar í útsynningspartinum av India. Í 1845 seldi teir øki til Ongland.

Kendasti Indarin er helst Gandi sum við sínum friðar mótmælisgongum gjørdi, at India í 1947 ikki longur var ein koloni hjá Onglandi men ein sjálvstøðu tjóð.

Pasted Graphic 2