Naan Breyð



Tú skal brúka:

25 gr. Ger
1 tsk. Sukur
500 gr. Hveitimjøl
1 ½ tsk. Salt
125 ml. Jogurt
1 rørt Egg
5 spsk. Smelta Smør
2 spsk. Sesamfræ ella birkis

1.    Rør gerina í 5 spsk av lunkaðum vatni og rør sukrið uppá. Lat tað standa í 5 min.
2.    Koyr mjøl og salt í. Skal sýlast í stóra skál. Ger eina kullu í miðjuna.
3.    Blanda ger við jogurt og egg, og stoyt tað í mjølið.
4.    Síðani 5 spsk. av heitum vatni og rør alt saman til eitt bleytt deiggj
5.    At enda verður smørið elt væl í deiggi í einar 15-20 min.
6.    Legg eitt fuktigt klæði út yvir og set at heva í 1 tíma.
7.    Deil deiggi í 8 stykkir og rulla til kúlur og rulla síðan út tó ikki alt ov tunt.
8.    Legg breyðini á bakipappír og lat heva undir klæði í 15 min
9.    Beint áðrenn breyðini verða bakað verður smør penslað á og sesam ella birkis stroyt útyvir.

Bakast : 230 gradir og 10-12 min

Pasted Graphic