Tíðindaskriv um Skótahjálpina 2011



Hvørt vár roynir nevndin fyri Skótahjálpina at finna hóskandi verkætlanir at stuðla við peningi frá Skótahjálpini. Finnast skal ein verkætlan, ið er til frama fyri børn í Føroyum, sum á ein hvønn hátt eru sjúk ella ikki hava tað so gott. Somuleiðis skal finnast ein verkætlan í einum menningarlandi, sum eisini er til frama fyri treingjandi børn.
Hetta seinna er ofta sera lætt, tí tørvurin úti í heimi er so ómetaliga stórur. Hinvegin er tað við hvørt torført at finna eina hóskandi verkætlan í Føroyum.
Seinasta vár, gjørdi nevndin fyri Skótahjálpina av, at føroyska verkætlanin í ár skuldi vera eitt trivnaðarátak, sum Diabetesfelag Føroya hevur fingið í lag, so at diabetessjúk børn í Føroyum kunnu sleppa á serliga legu, ið er skipað eftir teirra tørvi og viðurskiftum.
Útlendska verkætlanin gjørdist ein skúli við barnaheimi í India. Skúlin er nevndur Santibari. Hetta er stað, sum vit kenna frá fyrr, og tí kunnu vit vera trygg um, at børnini eru í góðum hondum og at hjálpin ikki misferst.
Stórur dentur verður lagdur á, at hjálpin kemur fram sum ætlað. Hetta tryggja vit okkum við persónligum kontaktum á staðnum.
Tá avtornaði, komu 105.000 kr inn undir Skótahjálpini, sum fór fram í viku 39 – eins og hon hevur gjørt í mong, mong ár. Men tvey tey seinastu árini hevur Reyði krossur havt sína árligu innsavning júst leygardagin í viku 39. Hetta er sjálvsagt óheppið fyri Skótahjálpina.
Skótahjálpin fer sum heild bert fram á teimum støðum, har eitt aktivt skótalið er. Kortini gjørdist úrslitið so gott, sum omanfyri nevnt. Hetta siga vit hjartans takk fyri. Takk, bæði til tykkum, sum stuðlaðu, og til skótarnar, sum tóku lut.
Við tað, at reglurnar fyri Skótahjálpina áseta, at minst 10% av innkomna peninginum skal latast til Neyðhjálpargrunnin hjá Skótahjálpini, varð avgjørt at lata 45.000 kr til hvørja verkætlanina. Kekkarnir vóru handaðir undir ársfundinum hjá Diabetesfelagnum.