Útlendska verkætlanin 2010


Barnaskúlar á Haiti


Endurreising eftir jarðskjálvtan



Frelsunarherurin á Haiti hevur satsað nógv fyri at fáa so nógv børn sum møguligt í skúla. Tey hava nú 50 skúlar runt í landinum. Skúlarnir eru ymsir til støddar, alt eftir hvussu tørvurin er á staðnum. Í Port au Prince liggur høvuðsskrivstovan hjá Frelsunarherinum, og har hava tey eisini ein stóran skúla við 1500 næmingum, men í bygdini Poirier eru bert 225 børn í skúlanum.

Býurin Petit Goave liggur 70 km í ein útsynning frá høvuðstaðnum. Frelsunarherurin byrjaði at arbeiða har í 1982. Har hava tey samkomu og skúla. Arbeiðið er vaksið og víðkað til bygdirnar uttanum. Poirier, sum ikki hevði skúla, hevur nú fingið kirkju og skúla. Har eru 8 skúlastovur: 2 til forskúla og so 1. til 6. flokk. Eftir 6. flokk kunnu børnini fáa prógv, sum mangan er hent.

Trupuleikin hjá skúlunum er, at tey flestu foreldrini hava ilt við at rinda skúlapening, ið er neyðugur fyri at løna lærarum. Hetta er vanligur trupuleiki og serliga við skúlarnar úti á landinum. Fyri at børnini í útjaðaranum skulu fáa skúla, og harvið fáa menning til útjaðaran, heitir Frelsunarherðurin á okkum um hjálp til skúlapening. Skúlin hevur brúk fyri kr. 4.800,- um mánaðin til at reka allan skúlan.

Eftir 12. januar 2010, tá jarðskjálvtin var á Haiti, hevur allur heimurin sæð trongdina til hjálp. Nú er hetta ikki á forsíðunum longur, men trongdin er framvegis stór.

Petit Goave varð eisini rakt av jarðskjálvtanum og nógv fólk mistu heim sítt. Her hevur Frelsunnarherurin eisini hjálpt við matútbýting.

Tilsamans eru 3800 skúlar oyðilagdir, og næstan 4000 næmingar og yvir 700 lærarar eru deyðir. Men lívið skal livast víðari: – Í mars royndu tey at byrja skúlarnar aftur, eisini skúlan í Poirier, har børnini, sum sluppu undan við lívinum, hava brúk fyri aftur at fáa ein vanligan gerandisdag

DSCF8681
Skúlastova

DSCF8684
Her eru tvær skúlastovur

DSCF8686
Tey elstu hava fingið eina luftiga skúlastovu

DSCF8697

DSCF8705
Tá ið tað regnar, hava tey í minsta lagi tak yvir høvdið

DSCF8817
Skúlin er ikki bara skaddur, hann er eisini alt ov lítil. Grundøki er tøkt og tey vilja gjarna byggja aftanfyri skúlan.

DSCF8772
Tá ongin er at ansa líttlabeiggja, so taka vit hann við í skúla

DSCF8687
Anna Kristina saman við rektaranum

DSCF8711
Tað er gott at hon kann ganga í skúla. Á Haiti er barnagarðurin ein partur av skúlaverkinum, børnini skulu byrja tá ið tey eru 3 ár. Fyri  at koma inn á skúlan skulu børnini bera uniform, men mong hava mist uniformin undir jarðskjáltanum. Rokna verður við at 3800 skúlar vóru lagdir í oyði undir jarðskjálvtanum 12. januar.