Føroyska verkætlanin 2010


átak til frama fyri trongstæddar barnafamiljur»Í menniskjum góður tokki!«


Í Føroyum eru børn, sum liva í familjum við truplum fíggjarligum korum, og hetta setir síni spor í gerandisdagin hjá hesum børnum. Á jólum merkja tey, meira enn nakrantíð, tær avmarkingar, sum ein fíggjarlig trongstøða hevur við sær.
Átakið »Í menniskjum góður tokki!« hevur til endamáls at veita hesum familjum eina hjálpandi hond á jólum – í gávukortum, mati ella øðrum, ið tey hava brúk fyri. Tað er ikki trupult at ímynda sær, tær avbjóðingar hesar familjur stríðast við gjøgnum árið. Vit hava við hesum átakinum møguleika at lætta um jólahøgtíðina hjá teimum.
Samstarv fer at verða knýtt við vælgerðandi felagskapir, fólkakirkjuna, samkomur, vinnulív o.o., soleiðis at øll áhugað kunnu verða við til at stuðla fíggjarliga í hesum jólaátakinum.

Ein grunnur verður settur á stovn, har allur fíggjarligi stuðulin verður savnaður. Tann stuðul, sum kemur inn, verður óskerdur býttur út til tær familjur, sum søkja jólahjálp.

Alt arbeiði, sum verður gjørt í sambandi við átakið, er sjálvboðið. Mett verður, at tað eru eini 500-700 børn, sum kunna fáa ágóðan av átakinum. Harumframt fáa vit eisini sett á dagskrá umstøðurnar hjá børnum, sum liva í familjum við fíggjarligum trupulleikum.
Átakið takkar fyri, at Skótahjálpin vil stuðla »Í menniskjum góður tokki!«, og hvør einstakur skóti kring landið, sum luttekur í Skótahjálpini, verður soleiðis við til at hjálpa og geva børnum og teirra familjum eini góð og hugnalig jól.