Dugnaðartekn til skótahjálpina 2010


  • Kunnið tykkum um søguna, málið og mentanina á Haiti (her hugsa vit um at nýta alnótina, bøkur, filmar v.m.)
  • Kunnið tykkum um skúlaverkætlanina , sum Frelsunarherurin í Noregi ger á Haiti (www.frelsesarmeen.no).
  • Gerið og serverið mat úr Haiti (sí uppskriftir)
  • Luttakið í skótahjálpini 2010

Haiti
í 1492 fann Christoffer Columbus eina oyggj, sum hann nevndi La Isla Espanola ella Hispaniola. Eystursíðan á hesi oyggj er Domingolýðveldið og vestursíðan Haiti. Átrúnaðurin á Haiti er sum heild kristnitrúgv. Navnið Haiti kemur frá Taino-indiánum og merkir "tað fjallríka landið". Hægsta fjallið eitur "Morne de la Selle" og er 2680 m høgt.

 Haiti er fyrrverandi franskr hjáland, men varð sjálvstøðugt 1. jan 1804. Franskt er tó tað almenna málið, men Kreolsmálið verður líka nógv brúkt.  Høvuðsstaðurin í Haiti er Port-au-Prince, sum liggur í Ouest provinsinum. Haiti er uppdeilt í 10 provinsar.

 Haiti er eitt tað fátækasta landið á norðaru hálvuni í heiminum. ST og aðrar hjálpiorganisatiónir hava roynt at hjálpt, men í Haiti er sera nógvur kriminalitetur. Landið er mett sum 4. mest kurupta landið í Heiminum. Uml. 80% av fólkunum liva undir fátækramarkinum. Hetta hevur gjørt, at minst 225.000 børn í Haiti hava trælaarbeiði.

 Tey flestu hvítu fólkini í Haiti vóru dripin undir frosku kolveltingini, og tí eru tey flestu fólkini svørt. 95 % av fólkunum eru eftirkommarar av afrikonskum trælum.  Man veit ikki heilt hvussu nógv fólk búgva í Haiti, tí har hevur ikki verið fólkateljing síðan 1982, og har verður næstan aldrin skásett, tá fólk doyggja ellan verða borin í heim, men hildið verður, at uml. 10.000.000 fólk búgva har.

 í Haiti fær man valrætt, tá man er 18 ár og núverandi forsetin eitur René Préval. Hann varð valdur í 2006.  Tað eru ikki nógv ferðandi, sum koma til Haiti. Tey flestu, ið koma, koma við ferðafólkaskipum. Har sum skipini leggja at, og tey ferðandi sleppa at verða, er strangt atskilt frá restini av landinum. Tvs. at tað tey ferðandi síggja er ikki tað Haiti, sum fólki livir í.  Mentanin í Haiti er ein blanding av franskari, afrikanskari og taino mentan. Landið er heimskent fyri sínar serligu málningar og høggmyndir.  Rís og bønir er tjóðarmaturin í Haiti. Haitibúgvar eta vanligt 2 máltíðir um dagin, morgunmat og so ein stóran døgverða seinni.

 Tónleikurin í Haiti er eisini serstakur. Kompa eitur hann og líkist Jazzi. Guitar, afrikanskar trummur og saxifonir verða nógv brúktar. Ein kendur sangari frá Haiti er Wyclef Jean úr bólkinum "The Fugees".
 í Haiti spæla tey nógv fótbólt, Domino og kortspøl. Hanakampar eru eisini sera væl umtóktir. Bert 40% av fólkunum hava atgongd til heilsuhjálp, so uml. helvtin av teimum, ið doyggja, doyggja av infektiónum og parasittum. 4,5% av fólkunum hava HIV/AIDS.

 Tað er sera heitt, og veðurlagið er fugtugt, tropiskt í Haiti. Í økinum runt um Haiti eru sera nógvir harðir stormar og nógv fólk eru deyð av ódnarveðri. Tann 12. januar 2010 var ein sera stórur jarðskjálvti í Haiti. Hann var máldur til 7,0 á richtertalvuni. Meir enn 200.000 fólk doyðu, og sera nógvir bygningar vóru oyðilagdir, millum annað forsetahúsini. Í høvuðstaðarøkinum vóru flest skaðar. Nógv av fólkinum hevur onki at búgva í.

Matur á Haiti



Vanligur matur í øllum tí karibiska umráðnum inniheldur altíð BRÚNAR BØNIR – kann kókast saman við rísi, mais og ymsum kornsløgum.

Sunnudagar/serligar dagar eru rís og brúnar bønir altíð á matarlepanum, um pengar eru til tað.
Bønirnar eru betur, um tær liggja í vatni í eina nátt (vatnið skal soldast frá aftur), áðrenn tær skulu brúkast, men tað er ikki heilt vanligt á Haiti.

Døgurða uppskrift
2 dl brúnar bønir (vigast áðrenn tær leggjast í vatn kvøldið fyri) skulu kókast í ”nýggjum” vatni í 1 til 1½ tíma.
3 spsk smør/olju at svitsa eitt sindur av fínt skornum bacon, 1 fínt hakkaðan leyki, eitt sindur av hvíttleyki og teimum kókaðu bønunum (uttan vatn) 

5 dl rís kókast í vatn + 1 bl av kokosmjólk = 10 dl vesku
1½ tsk salt.
Fá uppá kók, legg lok á og kóka við lágum hita í ½ tíma. Loys rísið við einum gafli, nógv blanda eitt sindur av smøri í, tá rísið er kókað.

Vanliga er eisini (um ráðini eru til tað) høsnarungi á borðinum sunnudagar. Áðrenn høsnarungin verður stoktur, verður hann smurdur væl inn í antin lime ella súrar appelsinir. 

Góðgætis uppskrift
Karamellur er mest vanliga góðgæti hjá børnum á Haiti :o)
450 gr putursukur og 2½ dl vatn skal kókast til tjúkkan sirop
450 gr av rivnari frískari kokosnøt (tað hvíta skal rívast í)
½ tsk lime juice.
Blana alt saman


Peanøtir verða eisini nógv brúktar
2½ dl sukur
2½ dl sirop
5 dl peanøtir uttan salt
1 spsk vatn
Kóka alt saman til peanøtirnar steðga at ”hoppa”. Tak grýtuna av plátuni og blanda
¾ tsk natron, ½ tsk salt, 1 tsk kanel uppí. Legg í smurdan køkuform.
Tá tað er kølnað, brót í bitar.

Annars eru grønar bananir vanligar á matarlepanum hjá fólki á Haiti. Til serligar dagar er tað BANAN PESE (kleimdar bananir):
Kóka bananirnar og sker tær í skivur, sum skulu leggjast millum tvær fjalar at pressa. Síðani skulu tær steikjast í heitari olju í uml. 1 minutt á hvørjari síðu.

Ein vakur gamal siður á Haiti:
Tá onkur kemur á vitjan, banka tey uppá og rópa: Respe = Vit koma við virðing.
Vertirnir svara innanfyri: Onnør/Honnør =Tað er ein æra fyri meg at taka ímóti tær

Vælgagnist og góða eydnu :o)

Nevndin fyri skótahjálpina.