Tíðindaskriv



Skótahjálpin 2010



Skótahjálpin fyri 2010 er nú liðug. Skótarnir kring landið, hava gjørt ymisk arbeiði fyri fólk og fingið
146.089,50 kr. í samsýning fyri hetta arbeiðið.

Arbeiðssetningurin hjá Skótahjálpini er
børn hjálpa børnum. Tað hevur skótahjálpin gjørt nú í 26 ár. Meira enn 3,3 mió. kr. eru í hesum tíðarskeiði savnað inn og latnar til arbeiði við børnum í Føroyum og rundt allan heim.

Í viðtøkunum fyri skótahjálpina stendur, at hjálpin skal latast eini útlendskari verkætlan og eini føroyskari verkætlan. Minst 10% av upphæddini skal fara í ein bráðfeingisgrunn, sum skótahjálpin hevur at taka til, um okkurt átrokandi stingur seg upp.

Í vár lat grunnurin 50.000,- kr. til skótarnir á Haiti, til hjálp aftaná tann harða jarðsjálvtan, sum rakti landið. Skótarnir á Haiti fóru beinanvegin undir at veita fyrstuhjálp og at hjálpa til við at finna fólk og fáa tey skrásett.

Fyrst í ár viðtók nevndin fyri Skótahjálpina at stuðla einum skúla Í Petit Goave á Haiti, sum Frelsunarherurin rekur. Tann Føroyska verkætlanin, sum verður stuðlað er: ”Í menniskjum góður tokki”.

Stuðulin frá Skótahjálpini varð latin báðum verkætlanunum fríggjamorgunin, í hølunum hjá Frelsunarherinum í Havn.

Innsavnaða upphæddin var býtt soleiðis:
Kr. 50.000,00 til “Í menniskjum góður tokki”.
Kr. 50.000,00 til barnaheim og skúla á Haiti.
Kr. 46.089,50 til bráðfeingis hjálpargrunnin hjá Skótahjálpini.

Í menniskjum góður tokki.
Vit mugu ásanna, at í vælferðarsamfelagnum Føroyum, sum tykist at flóta yvir við stórum bilum, stórum húsum og flottum bátum, eru eisini familjur við børnum, sum treingja til hjálp.

Átakið »Í menniskjum góður tokki!« hevur til endamáls at veita familjum við fíggjarliga trongum korum eina hjálpandi hond á jólum – við gávukortum, mati ella øðrum, ið tey hava brúk fyri. Tað er ikki trupult at ímynda sær, tær avbjóðingar hesar familjur stríðast við gjøgnum árið. Vit hava við hesum átakinum møguleika at lætta um jólahøgtíðina hjá teimum.

Annlis Bjarkhamar, sum er stigtakari til hesa føroysku verkætlanina, tók ímóti kekkinum áljóðandi 50.000,- kr.

Mynd-a
Annlis Bjarkhamar, sum er stigtakari til “Í menniskjum góður tokki”
tók ímóti kekkinum áljóðandi 50.000,- kr.




Skúlin í Petit Goave á Haiti
Stuðulin til ta útlendsku verkætlanina fer til at endurreisa ein skúla í Petit Goave á Haiti, sum Frelsunarherurin rekur. Øll hava vit hoyrt um tann ræðuliga jarðsjálvtan, sum rakti Haiti í vár, og tað tykist sum eingin endi er á vanlukkunum á Haiti. Áðrenn handanin fór fram, var at hoyra í tíðindunum, at enn ein ódn var á veg móti Haiti, við einari ferð uppá 130 km/t.

Í september var Anne Kristine Herje, fyrrverðandi og nú pensioneraði leiðarin á skúlanum á Haiti, í Føroyum og greiddi skótunum frá um vanlukkuna og søguna hjá Haiti. Har vóru vístar myndir, sum millum annað vístu hvussu illa jarðsjálvtin var farin við skúlanum.

Finnbogi Olsen, offiserur hjá Frelsunarherinum, tók ímóti kekkinum áljóðandi 50.000,- kr.

Mynd-b
Finnbogi Olsen, offiserur hjá Frelsunarherinum greiðir Góðan morgun Føroyar frá
hvussu hjálpin skal nýtast til skúlan í Haiti sum var oyðilagdur av jarðskjálvtanum í vár.


Handanin var send beinleiðis á útvarpsrásini Góðan morgun Føroyar.

Mynd-c
Øll vóru glað tá íð 100.000,- kr. vóru latnar til góð endamál.