Føroyska verkætlanin



Krabbameinsfelagið – tiltøk fyri børn og ung



Krabbamein rakar altíð meint. Men óttin og ráðaloysi taka veruliga kvørkratak, tá foreldur fáa boðini, at barn teirra hevur krabbamein. Ella tá eitt barn fær at vita, at mamma ella babba hevur fingið krabba. Tá hjálpir tað at hitta onnur, sum eru í somu støðu, at kunna tosa saman og leita sær hjálp og ráðgeving.

Foreldrabólkurin er stuðulsbólkur fyri foreldur, hvørs barn hevur fingið staðfest krabbamein, og virkar fyri áhugamálunum hjá foreldrunum, eitt nú í mun til heilsuverk og myndugleikar. Foreldrabólkurin skipar fyri ymiskum tiltøkum, har børnini kunnu gleðast og hugna sær saman, og foreldrini hittast til samveru og samstarv. Skipað hevur verið fyri uttanlandsferðum, útferðum, konsert og øðrum tiltøkum til frama fyri børnini. Í ár verður skipað fyri ferð til Íslands.

Sorgar-/stuðulsbólkur fyri børn og ung er stovnaður fyri at geva børnum og ungum eitt frístað, har tey kunnu tosa opið um truplar kenslur og ótta.

Børn og ung, hvørs foreldur eru lívshóttandi sjúk, eru ofta ógvuliga einsamøll við sínum tonkum og kenslum. Gjarna verja tey síni sjúku foreldur, og fáa tí ikki heima sett orð á kenslur, eitt nú nívandi óttan fyri at missa og máttloysið barnið kennir, tá mamma ella pápi eru sjúk og gerandisdagurin broytist fullkomiliga. Í sorgar- og stuðulsbólkum hittast børn og ung í somu støðu, og her ber til at seta orð á torgreiddu kenslurnar saman við sálarfrøðingi, ið tekur hond um samskiftið.

Stuðulin frá Skótahjálpini er sera kærkomin, og er við til, at tað gerst møguligt at halda fram við hesum arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum fyri børn og ung.