Útlendska verkætlanin


Kambodja er eitt land sum liggur í Asia. Tað er 4 ferðir størri enn Danmark til støddar og hevur eina langa søgu aftanfyri seg.
Angkor, sum í dag er eitt sera spennandi ferðafólkamál, var høvuðsstaðurin fyri Asia í 1200-talinum. Her finnur tú tey mongu buddhistisku templini, sum vitna um teirra statsreligión.
Men tað eru serliga hendingarnar frá 1974 til 1979, sum standa í minninum hjá fólki í dag. Hetta var eitt sera myrkt tíðarskeið í søgu heimsins, tí umleið 3 milliónir fólk vórðu myrd og beind av vegnum í Kambodja hesi ár.
Tað var Pol Pot, sum stjórnaði landinum saman við Khmer Rouge herinum.
Pol Pot megnaði hesi ár at drepa øll tey, sum høvdu útbúgvingar og vóru væl fyri í samfelagnum. Eisini tey, ið vóru kristin, buddhistar ella dýrkaðu aðrar gudar, vórðu myrd. Pol Pot hevði sum mál at venda aftur til ár 0 og so byggja landið upp av nýggjum.
Í dag 2009 kunnu vit vitja Killings Fields, har mannabein og klæðir enn liggja grivin í hópgrøvum og flóta upp í regntíðini, sum vitna um ræðuleikarnar, ið fóru fram undir Pol Pot og Khmer Rouge.
Men ein nýggj tíð er fyri framman í Kambodja. Nýggir møguleikar eru fyri okkum at hjálpa til at byggja landið uppaftur og geva fólkinum nýggja vón. Fólkið í Kambodja er sera ungt og hevur serliga tørv á lærdómi, skúlum og líknandi.
Tí hevur Kirkjuliga Heimamissiónin valt at satsta uppá Kambodja sum sítt høvuðsøki. Kirkjuliga Heimamissiónin er farin inn í Kampot-økið at byggja ein stóra skúla, sum skal rúma forskúla, barnaskúla og framhaldsdeild. Sjálvt byggjaríið fer væntandi ígongd í 2010.
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur latið USD 45.000,- til grundstykkið og er í løtuni í gongd við at byggja ein garð rundan um stykkið. Eftir ætlan skal fíggjarætlanin liggja klár seinni í ár, so byggingin kann fara ígongd í 2010. Sjálv byggingin fer væntandi at kosta umleið USD 150.000,-. Tí er stórur tørvur hjá okkum at savna hesar pengar inn, fyri at tað kann eydnast okkum at geva børnum í Kambodja eina framtíðar vón, at vinna sær førleikar til komandi avbjóðingar í landinum.

kambodja