Dugnatekin


  • Kannið ymiskt um Kambodja, hvar landið liggur, hvat veðurlagið er, hvussu flaggið sær út, hvat mál verður tosað, hvussu fólkið eitur, og hvar tað kemur frá, hvør høvuðsreligiónin er, og hvat fólkið livir av í landinum.
  • Kannið hvørjar vaccinatiónir, sum skulu gerast, pass- og visaviðurskiftini, og hvørjar møguligar aðrar fyrireikingar, tit skulu gera fyri at vitja Kambodja.
  • Kambodia er kent fyri silkiframleiðslu. Kannið, hvussu silki verður framleitt.
  • Umfatandi kríggj var í Kambodja í 1970-árunum, tá ið Pól Pot og teir sokallaðu Reyðu Khimerarnir tóku ræði. Bjóðið einum persóni til eitt kvøld, har hann greiðir frá um kríggið og tess avleiðingar.
  • Fyrireikið eitt Kambodiakvøld, har borðreitt verður við Khimermati, spælt verður tað spæl, sum er viðlagt, og leggið fram frá landinum.


Gitið, hvør persónurin er (eitt spæl)



  • Øll standa í einum ringi.
  • Ein verður valdur at standa inni í ringinum – (persónur 1).
  • Síðani verður annar persónur valdur at verða tann, sum skal finnast (persónur 2).
  • Spælið byrjar við at øll byrja at røra á sær, hoppa, veipa við ørmum og beinum.
  • Valdi persónurin (2) byrjar nú at gera eina ávísa rørslu, og øll skulu gera sum hann ger.
  • Síðani skal valdi persónurin (2) broyta rørslu, og hareftir skulu øll broyta til hesa rørsluna.
  • Nú skal persónurin inni í ringinum (1) finna út av, hvør persónurin er, sum øll gera eftir (2).
  • Persónur 2 heldur á at broyta rørslur, til persónur 1 avdúkar hvør persónur 2 er.
  • Nú skal persónur 2 inn í ringin, og nýggjur persónur 1 skal veljast, og spæli heldur á...


Matur í Kambodja:




Khmer-karry (til 4 persónar)


3 te-skeiðir við karry
500 gram kjøt (høsnarungi / oksakjøt / grísakjøt)
1 litur kokusnøtmjólk
400 gram epli
200 gram gularøtur
100 gram grønar bønir
200 gram leykur
100 gram smáar shalottuleykir


Hita eitt glas við kokusmjólk í eina grýtu saman við karryinum og niðurskornu skalottuleykunum í 10 minuttir. Koyr kjøtið í grýtuna og kóka til vætan er minkað nógv. Koyr síðan gularøtur og epli í og lat kóka í 5 minuttir afturat. Koyr nú tað, sum eftir er av kokusmjólkini, og lat grýtuna koma uppá kók. Koyr í grønu bønirnar og leykin. Kóka í umleið 20 minuttir. Sakka til við salti. Set á borðið og hav rís afturvið, tí rís etur fólkið í Kambodja og í londum í Ásia.