Afturmelding



Hey allir skótahjálparar,
Fyrst fara vit enn einaferð at takka fyri allan peningin, sum tit savnaðu inn til gentubarnaheimið seinasta ár. 
Hvat er so pengarnir brúktir til?
Sum vit søgdu tá, so skuldi peningurin brúkast til dagligan rakstur. Tað merkir, at vit hava sent pengarnar niður til Afrika, so at fólkini, sum arbeiða á barnaheiminum kunnu brúka pengarnar til at keypa mat til genturnar, keypa ting, sum skulu brúkast í skúlanum, so sum skúlabøkur og skúlabúnar, keypa medisin frá læknanum og so framvegis.
Afturat hesum, so eru pengarnir eini brúktir til at betala leigu fyri húsini, har barnaheimið er og til løn til øll tey fólkini sum ansa eftr gentunum dag og nátt.
Vit (tað vil siga Sólfríð og Hans Michael) hava ongantíð verið á gentubarnaheiminum. Tá ið vit vóru í Tansania í Afrika, arbeiddu vit bara har, sum dreingirnir búðu, tí tá var einki gentubarnaheim til.
 Síðani vit eru komin heim, so eru tað nøkur fólk, sum hvønn mánað senda pengar til genturnar í Afrika, við hesum pengunum og teimun pengunum, sum tit savnaðu seinasta ár, ber tað nú til at hava eitt heim til gentur eisini.
Av tí at gentubarnaheimið ikki var opnað, tá ið vit vóru har, hava vit ongar myndir, sum vit sjálvi hava tikið av gentunum og heiminum. Men vit hava fingið myndir sendandi frá einari danskari gentu, sum í eitt hálvt ár arbeiddi á barnaheiminum. Hesar myndirnar hava, soleiðis at tit kunnu síggja, hvussu genturnar hava tað, og so kunnu tit eisini síggja, hvar pengarnir eru, sum tit savnaðu seinasta ár.
Til seinast fara vit aftur at takka fyri peningin, sum vit fingu, og ynskja tykkum góða eydnu við innsavningini, sum er fyri framman.

Við skótakvøðu
Sólfríð og Hans Michael í Mittúni.


31

32

47

48

55

e