Familjulegan hjá autismufelagnum


Um felagið
Autismufelagið virkar fyri at betra um korini hjá fólki við autismu í Føroyum. Stórur partur av virkseminum er vent móti børnum og ungum við autismu og teirra familjum. Um familjuleguna.

Børn og ung við autismu hava ofta trupult at vera saman við øðrum menniskjum, ið ikki kenna teirra brek. Eisini er ofta neyðugt, at skrá og innihald er skipað serliga til teirra tørv, um tey skulu trívast. Tí hava tey ikki sama møguleika at sleppa á legu sum onnur børn.

Tí gleðir tað okkum, at skótar í Føroyum vilja stuðla peningaliga, soleiðis at til ber at skipa fyri eini legu, ið júst er ætlað børnum og ungum við autismu og teirra familjum. Ætlanin er at hava leguna á einum plássi, har hvør familja hevur sítt egna kamar. Skráin verður løgd til rættis soleiðis, at fólk við autismu kunnu fáa gleði av virkseminum. Samstundis er endamálið, at øll familjan kann fáa eitt gott og hugnaligt vikuskifti saman, bæði fólk við autismu, teirra systkin og foreldrini. Tað er ikki so ofta, at tað ber til.

Skótahjálpin ríkar lívið hjá fleiri børnum og ungum við hesum tiltaki. Takk fyri tað