Yeshua barnagarðurin í Manila



Pasted Graphic 1
Fyri 26 árum síðan vóru ungfólk úr Føroyum í Manila á Filipinunum í tænastu hjá felagsskapinum Youth With a Mission. Tá vóru tey við til at stovna ein barnagarð fyri børn, sum annars hildu til á einum ruskdunga. Nú, tá børnini vóru í góðum hondum høvdu mammurnar møguleika at vera til arbeiðis og vinna til lívsins uppihald. Oftast við at vaska klæði fyri fólk.

Seinni yvirtók ein kirkja á staðnum barnagarðin. Her verða børnini eisini fyrireikað, so tey kunnu sleppa í skúla tá tey koma til skúlaaldur. Tá er kravt, at tey hava skúlabúna, sum hini skúlabørnini og skúlabøkur. Her kann Skótahjálpin rætta eina hond. Bygningarnir treingja eisini til røkt og ábøtur. Her gerst rættiliga heitt um summarið, tí er stórur tørvur á „aircondision“.

Fyri at børnini kunnu mennast og læra, er brúk fyri eini sunnari máltíð um dagin. Eisini á hesum øki kunnu nakrar krónur frá Skótahjálpini í Føroyum røkka langt. Tí skulu tit øll, sum taka væl ímóti skótunum, sum koma á vitjan í viku 39 og gera einahvørja tænastu fyri tykkum, hava hjartans tøkk!