Søgan um Filippinirnar




Pasted Graphic 2


Pasted Graphic 3
Filippinirnar eru uml 300.000 km2 til støddar. Filippinirnar eru sum Føroyar eitt oyggjaland. Tó eru nakað fleiri oyggjar har. Har eru 7107 oyggjar, men bert 2773 av teimum hava navn. Har eru 37 gosfjøll, og av teimum eru tað 18, ið enn eru virkin. Landslagið er sera vakurt við grønum ongum prýddar við fossum og tropiskum blómum.
Har búgva yvir 90.000.000 fólk, og almenna málið har er enskt, men tey flestu fólkini tosa pilippino. Høvðusstaðurin eitur Manila og har búgva yvir 1.600.000 fólk.
Ymiskir trúarbólkar eru í Filippinunum, og nógv tann størsti er katolikkar uml 83 %, síðan protostantar 8 %, muslimar 5 %, óheft filippinsk kirkja 3% og animistar og buddistar (3%).
Orsøkin til, at kristindómurin er so markantur har, er at landið bleiv hertikið av spaniólum í 1565 og var hersett í 333 ár til 1898. Oyggjarnar eita eftir spanska konginum Filip 2. Tá ið spania tapti í kríggi ímóti Amerika, máttu teir selja Filippinirnar til Amerika. Filippinirnar fingu sjálvstýri 4. juli 1946.