Adobo - høsnarunga og svínakjøt



Til uml: 6 pers.

hetta skal tú brúka:

½ kilo av svínakjøti
½ kilo av høsnarungabringu
2 fed av hvítleyki
2 leykir
1 kopp soyasause
1 kopp súreplasider (vineddike)
Eitt sindur av olju
1 ssk. sukur
Reyða og grøna piparfrukt
Ein knívsodd av chili
Salt, pipar og sitrónsaft
Rís


Framferðarháttur:

Sker høsnarunga og svínakjøt i terningar. Knús hvítleykin, og hakkað ein leyk. Sker hin leykin, grønu og reyðu peparfruktina i rundar skivar.
Steik hvítleykin og leykin til teir eru brúnir. Koyr kjøtið í, og lat tað steikjast væl.
Síðan skal sojasauce, súreplacider, sukur og chili í. Smakkað til við salt, pipar og sitrónsaft. Pynta við leyki, grønu og reyðu piparfruktini, (skal ikki kókast). Borðreið við rísi.

adobo