Tað var tann 29. juli 1907, í býnum Poole í Onglandi, at fólk sóu Baden-Powell, hetjuna frá Boarakrignum, fara umborð á ein lítlan bát, ið hevði rútusamband við oynna Brownsea Island, stutt haðani. B-P, sum hann vanliga varð nevndur, var ikki einsamallur. Við honum vóru 21 dreingir, ið skuldu luttaka í eini roynd: heimsins fyrstu skótalegu.
Hugskotið um "skótaarbeiði fyri dreingir" sum B-P nevndi hetta nýggja fritiðararbeiðið, hevði hann fingið í royndum sínum við einum dreingjaliðið i Mafeking, og við at útbúgva hermenn í bretska herinum har hann hevði gjørt tænastu sum herovasti í meira enn 30 ár.

B-P var nú 50 ára gamal og kendi, at hann var komin ti1 eitt umskifti í livinum.

Hann hevði tó ikki roknað við, at henda lítla "royndin" á Brownsea lsland skuldi koma at fáa so storan týdning fyri børn og ung kring allan heimin.