Í skótaliðnum eru skótarnir býttir upp i eindir, vit nevna patrúljur. I ein patrúlju eru 5-7 skótar. Tað er ikki av tilvild, at so er, ti hetta er nevniliga ein arbeiðsháttur, ið er sermerktur fyri skótarørsluna. Tað er i patrúljuni, at skótin lærir sjálvbjargni, at arbeiða saman við øðrum, at hava medávirkan og kenna ábyrgd.

Endamálid við patrúljuskipanini er, at geva so nógvum skótum sum gjørligt veruliga ábyrgd.

Patrúljuskipanin ger, at hver einstakur skóti kennir medábyrgd fyri, at tað gongur væl í patrúliuni. Og hetta vil virka til, at hvør patrúlja kennir sina ábyrgd fyri, at tað gongur liðnum væl. Við patrúljuskipanini læra skótarnir, at teir hava ávirkan á tað, ið teirra lið arbeiðir við.

Hvør patrúlja velur sær ein patrúljuførara.

leidarin væntar sær nógv av patrúljuføraranum og gevur bonum fríðar hendur til skótaarbeiði i patrúljuni.

Baden-Powell (Scouting for Boys, 1908)

Sum skóti ert tú við i eini patrúlju, saman við 5-7 øðrum skótum. Tað er í patrúljuni tú upplivir rætta skótalivið. Patrúljan er nóg stór til at loysa uppgávur og samstundis nóg lítil til, at øll kunnu verða við, tá ið avgerðir skulu takast.

Patrúljan er altið virkin. Einaferð um vikuna hava tit patrúljufund, har tit læra nakað nýtt, tit venja tykkum i ymiskum skótakynstri, og tú ert við i einum vinalagi har tit uppliva nakað saman.

Flestu patrúljur fara minst ein patrúljutúr um mánaðin. Tit kunnu fara i hagan við tjaldi, ella tit kunnu fara eina gonguferð til aðra bygd, -ja, møguleikarnir eru nógvir.

Summar patrúljur hava sitt egna patrúljurúm, meðan aðrar patrúljur mugu býta rúmið við aðrar. Men umráðandi er, at tit hava ordan i rúminum og i útgerðini hjá patrúljuni, so tit hava eitt hugnaligt umhvørvið, har trivnaður er.

Sum skóti hevur tú møtiskyldu. Týðandi er, at tú møtir til hvønn patrúljufund, ti patrúljan er ein arbeiðseind, har øll hava ábyrgdina av, at tað gongst patrúljuni væl.

Og í 1926 kom skótarørðslan til Føroya, fyrr høvdu dreingir roynt at gera skótapatrúljur, men hetta var hvørjaferð miseyðna. so vóru tað 4 dreingir í Havn ið settu sær hetta mál at stovna eitt skótalið, Eskild Christiansen var oddamaður teirra, endamálið við teirra hugskoti var at steðga bardøgunum ið vóru millum tey ymsu grannaløgini í Havn, teir fingu útvega sær høli í kjallaranum hjá abba Eskild, og fingu ein dana, Henning Aage Holm (Bomme)og hetta var byrjanin fyri Skótafylki Sigmunds Brestissonar og føroysku skótarørðsluna. (kann vera at nógvir stavifeilir eru at finna.... eg havi ikki hugt eftir) Við skótakvøðu. Tummas N. Arge SSB

Viðmerking av "Guliskowtin"