Hugsanardagurin er ein altjóða skótadagur, sum skótar kring allan heimin halda til minnis um stovnaran Robert Baden-Powell og konu hansara Olave Baden-Powell, sum bæði fyltu 22. februar.


Endamálið er enn tað sama


Í 1907 byrjaði Baden-Powell skótarørsluna við eini legu á oynni Brownsea Island í Suðuronglandi. Eftir leguna fór B-P at geva út nøkur hefti um skótaarbeiði, sum hann nevndi "Scouting for Boys". Meginparturin av hesi bók er nú prentaður í KRUNG.
Nú, skjótt 100 ár eftir stovnanina, livir skótarørslan í besta blóma. Nú eru fleiri enn 28 mió. skótar í fleiri enn 216 londum. Og hóast nógv er broytt hesi árini, so er grundleggjandi hugsjónin enn hin sama: at menna einstaka skótan á øllum økjum, kropsliga, samfelagsliga og andaliga.
Eitt av grundsjónarmiðunum er, at børn menna seg, tá ið teimum verður víst álit, og tá ið tey fáa avbjoðingar, har tey sleppa at royna seg í skótakynstrum. Reglurnar, sum skótar kring allan heimin arbeiða eftir, standa í skótalógini og skótalyftinum.

Upprunaliga var hugsanardagurin ein gentuskótadagur burturav, men síðan seinna heimsbardaga hava allir skótar, gentur og dreingir hildið henda dag sum ein altjóða skótadag.
Á enskum verður dagurin nevndur "Thinking Day" ella "World Friendship Day". Í Føroyum siga vit hugsanardagur.
Tað er ymiskt, hvussu dagurin verður hildin kring um í heiminum, men eitt er tó felags, og tað er, at skótar koma saman 22. februar at hugsa um skótabrøður og - systrar kring heimin, og soleiðis minna hvørt annað á - og staðfesta, at allir skótar í øllum londum eru vinir, hvussu húðarliturin, átrúnin ella mentanin eru.
Í Føroyum halda vit hugsanardagin við skótagudstænastum kring landið, har skótar eru. Vanligt er, at talvan gongur fyri eitthvørt valgerandi arbeiði.
Summastaðni verður skipað fyri samkomum eftir gudstænastuna, skótarnir syngja og hava okkurt til skemtanar.