bp-eggleston
Robert Stephenson Smith Baden-Powell varð borin í heim í London 22. februar 1857. Hann var á kostskúla í Charterhouse 1870 - 76, har hann í frítíð síni hevði eitt spennandi útilív í skóginum kring skúlan. B-P, sum hann eisini varð nevndur, fekk útbúgving sum heryvirmaður, og longu 19 ára gamal var hann í India, har hann fekk útbúgving í korttekning. Tá ið BP var 26 ára gamal, gjørdist hann kapteinur og varð útsendur til Suðurafrika, har høvuðsuppgáva hansara var at tekna kort av landslagnum. B-P gjørdist kendur undir Boarakrígnum í 1900, har hann hevði verjuna av býnum Mafeking um hendur.
Heimafturkomin til Onglands sá B-P at nógv børn og ungdómar vóru óvirkin - høvdu einki mennandi frítíðarvirksemi. Hann fór nú av álvara at arbeiða við hugskotum sínum um eitt uppalandi frítíðarvirksemi. B-P endaði nú arbeiði sítt í herinum og nýtti alla sína tíð til skótarørsluna.
Í 1907, tá ið B-P var 50 ára gamal, skipaði hann fyri heimsins fyrstu skótalegu, og í 1908 útkomu nøkur heftir, ið nevndist "Scouting for Boys". Skótarørslan breiddi seg við nógvari ferð um allan heimin og gjørdist skjótt heimsins størsta barna- og ungdómsrørsla.
Í 1912 giftist B-P við Olave St. Clair Soames, sum eisini gjørdist virkin í altjóða skótarørsluni.
Í 1920 var fyrsta "Jamboree", ein altjóða skótalega. Á hesu Jamboree varð B-P útnevndur til altjóða skótaovasta. Í 1929 varð B-P gjørdur aðalsmaður, og tók hann heitið "Lord Baden-Powell of Gilwell".
Lord og Lady Baden-Powell vóru á mangari ferð saman, har tey vitjaðu skótar og luttóku á skótalegum kring heimin. B-P helt fyrilestrar og skrivaði bøkur um skótahugsjónina. Seinastu árini búsettust B-P og konan í Kenya í Afrika, har hann andaðist tann 8. januar 1941. Lady Baden-Powell var virkin í skótaarbeiðinum til hon andaðist tann 25 juni 1977.