Skótaheilsanin

heilsan
Her sært tú skótateknið, sum skótar um allan heimin heilsa hvørjum øðrum við. Skótaheilsanin verður gjørd við høgru hond, sum verður rætt upp til pannuna. Heilsanin verður eisini brúkt til at heilsa flagginum, tá ið tað verður vundið á stong. Teir triggir fingrarnir skulu minna okkum á tey trý liðini i skótalyftinum og ringurin, ið litlifingur og tummilin gera, skal minna okkum á felagsskapin millum skótar, at skótar kring allan heimin eru vinir. Tá ið skótar rætta hvor øðrum hondina, verður hetta gjørt við vinstru hond, ti hon er næst hjartanum.