Altjóða skótarørslan

Sum Skóti ert tú við i heimsins størstu barna- og ungdómsrørslu. i dag eru fleiri enn 25 milliónir skótar i fleiri enn 160 londum.

Tú ert við i einum heimsumfatandi felagsskapi, har børn, ung og vaksin, kring allan heimin, eru við. Folk við ymiskum húðaliti, ymiskum umstøðum, ymiskum uppvøkstri, ymiskari mentan og átrunaði Men øll eru felags um skátahugsjónina, ið m.a. fevnir um vinalag og hjálpsemi tvørtur um landarmørk.

Skótarørslan er skipað i tveir altjóða felagsskapir. WAGGGS (gentuskótafelagsskapurin), har KFUK-skótarnir og FH-skótarnir eru limir, og WOSM (upprunaliga dreingjaskótafelagsskapurin), har Føroya Skótasamband, KFUM-skótarnir, og FH-skótarnir eru limir. Altjóða felagsskapimir arbeiða tætt saman og eftir somu grundreglum, sum eru hesar:

Skyldan móti Guði
Trúgvin á ein mátt, ið er størri enn menniskjan.

Skyldan móti øðrum
Hjálpsemi móti næstanum, ábrydd fyri samfelagnum, millumtjóða fatan og altjóða vinalag.

Skyldan móti sær sjálvum
Ábyrgd fyri síni heilsu, skapandi hugsan, sjálvsvirðing og persónligari menning.

Virðing fyri øllum livandi
Ábyrgd fyri umhvørvinum, hava fyrilit fyri plantum og dýrum tá ið ferðast verður i náttúruni.

Skótar kring heimin hava nógv onnur felags eyðkenni, so sum skótabúnan, eina stigdeilda venjingarskipan, skótaheilsanina, skótalógina, skótalyftið og loysanarorð skótanna: Ver til reiðar!