Skótalógin og -lyftið
Skótasamskipanirnar í Føroyum hava somu skótalóg og skótalyftið, sum eru týdd eftir upprunaliga tekstinum hjá Baden-Powell. Og tó, so eru orðingarnar eitt sindur ymiskar. Í hinum norðurlondunum eru skótalógirnar broyttar, so tær kanska hóska betri til tíðina vit liva í; men innihaldið er tó tað sama. Lógin og lyftið er líka gomul sum skótarørslan, frá 1907, tá ið skótarørslan byrjaði, men eru tó líka tíðarhóskandi enn. Baden-Powell legði stóran dent á trúskap skótanna mótvegis Guði, kongi og føðilandinum. Skótalógin er ætlað at tala til moralin hjá tí einstaka skótanum um praktiskar gerðir í samband við ein sjálvan, Guð og næstan. Tá ið tú gerst skóti, skal tú læra teg skótalógina, so tú veitst hvat skótarørslan stendur fyri. Tá ið tú so hevur lært teg skótalógina og hevur verið virkin í patrúljuni og skótaliðnum eina tíð, eigur tú geva skótalyftið – og tú gerst tá ein rættur skóti! Skótalívið er spennandi og stuttligt, men tað krevur eisini nakað av tær – at tú tekur støðu til at liva eftir skótalógini og at tú vilt gera tína skylu í samfelagnum. Undir kanst tú lesa skótalógina og skótalyftið.