Vælkomin til okkara nýggju heimasíðu

Samstundis sum vit í Føroya skótaráð fingu nýtt búmerki, ynsktu vit eisini eina nýggja heimasíðu. Gamla heimasíðan lá í órøkt, og neyðugt var tí við nýggjari síðu, ið kann gera tað lættari at miðla út kunning til allar skótar í Føroyum, eins og tað verður lættari at bera út skótaboðskapin til teirra, ið kanska ikki kenna so nógv til skótarørsluna.

Ein heimasíða er, sum vera man, eitt støðugt broytandi og mennandi verk, og tí fer hendan síðan at broytast so hvørt, sum vit síggja, at tørvurin er.

Hava tit hugskot ella ynski til, hvat skal finnast á heimasíðuni, eru tit vælkomin at lata frætta.

Annars ynskja og vóna vit, at tit taka væl ímóti nýggju síðuni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *