Hvør samskipan í Føroyum hevur sína landsleiðslu, men arbeiða saman í Føroya skótaráð og eru limir í altjóða felagsskapunum WOSM og WAGGGS. Føroya skótaráð virkar á jøvnum føti við hini norðurlondini í norðurlendska skótasamstarvinum.
Umframt at umboða føroysku skótarørsluna í norðurlendska og altjóða skótasamstarvinum, so virkar Føroya skótaráð eisini fyri samstarvi og felags leiðaraútbúgving og tiltøkum fyri allar skótar í Føroyum.
Í formansskapinum í Føroya skótaráð eru tvey umboð fyri hvørja samskipan, umframt tvey altjóða umboð.
Hægsti myndugleiki hjá Føroya skótasambandi er stórfundurin, ið verður kallaður til fundar tvær ferðir um árið.