Heysttúrurin 2024

Einaferð skóti, altíð skóti! Skunda tær at kontakta tína skótapatrulju, so tit kunnu luttaka í heysttúrinum 2024.

Óansæð um tín patrulja var virkin í 60unum, 90unum, í 00-unum ella er tað í dag, so kunnu tit vera við!

Heystkappingin er fyri patruljur í ØLLUM aldri, fyri patruljur í ØLLUM Føroyum, fyri patruljur úr ØLLUM skótabólkum og ØLLUM samskipanum.

Heysttúrurin í ár verður á einans 5km, so øll kunnu vera við- bæði stór og smá.

Ein vinningur verður latin til patruljur yvir 18 ár, og ein vinningur verður latin fyri patruljur undir 18 ár. Tess fleiri uppgávur tit klára at loysa á túrinum, tess størri er møguleikin at vinna

Um heysttúrin:

– Túrurin skal vera 5km

– Tit velja sjálvi hvar leiðin gongur

– Tit skulu velja ein dag í oktober 2024 at ganga

– Tit skulu fylgjast sum patrulja (3-8 luttakarar)

– Tit fáa uppgávur at loysa á túrinum. Tess fleiri tit loysa, tess størri er møguleikin at vinna heysttúrin.

– Allir luttakarar skulu melda til á hesari leinkjuni Luttøkugjaldið er á kr. 50 og er fyri merkið ið tit fáa, og fyri vinningin ið verður latin vinnarapatruljunum í báðukm aldursbólkum.

Leinkja til tilmelding: 

https://kfukskotar.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=88