Reglugerð fyri Føroya Skótaráð

1. Navn:

Navn Ráðsins er Føroya Skótaráð, stytt FSR.

2. Endamál:

FSR er eitt samstarvsráð, hvørs endamál er at virka fyri samstarvi millum skótasamskipanirnar í Føroyum. FSR skal umsita felags áhugamál og umboða skótarørsluna her heima og í útheiminum.

3. Skótasamskipanirnar, sum eru við í FSR:

FH-skótarnir, Føroya KFUK-skótar, Føroya Skótasamband og KFUM-skótarnir í Føroyum.

4. Nevnd:

Hvør samsskipan velur trý umboð í nevndina fyri tvey ár í senn. IC, NTC og NSK eru fastir limir í nevndini. Nevndin skipar seg við einum formansskapi, sum er formaður, næstformaður, skrivari og kassameistari. Í formansskapinum situr eitt umboð úr hvørjari samskipan, við einum varaumboði fyri hvønn, tó so at IC, NTC og NSK ikki sita í formansskapinum.
Formansskapurin hevur dagligu leiðsluna av FSR.

5. Arbeiðsætlan:

Formansskapurin leggur fram arbeiðsætlan fyri hvørja setu, sum verður løgd fyri nevndina til góðkenningar. Nevndarlimir eiga í samráð við formansskapin at átaka sær ávísar uppgávur at røkja. Formansskapurin kann eisini seta arbeiðsbólkar til ávísar uppgávur.

6. Fundir:

FSR hevur tveir regluligar fundir árliga, annan í mai mánaði og hin í november mánaði. Tó kunnu fleiri fundir vera, um tað er neyðugt.
Fundirnir eru við hesi dagsskrá:

  1. Inngangur
  2. Gerðabókin
  3. Roknskapur (bert í mei)
  4. Fíggjarætlan (bert í nov.)
  5. Felags tiltøk
  6. Norðurlendsk tiltøk
  7. Innkomin mál
  8. Ymiskt

7. Atkvøðugreiðsla:

Hvør samskipan hevur eina atkvøðu, tó skulu allar samskipanir verða samdar um avgerðir, sum verða tiknar í FSR.

8. Umsiting:

FSR sendir út oyðibløð viðvíkjandi limatali, aldursbýti o.l., sum samskipanirnar lata inn aftur til FSR.

9. Fígging av FSR:

FSR umsitur fíggjarliga stuðulin, sum verður veittur skótarørsluni á fíggjarløgtingslógini.
Eitt grundgjald verður latið samskipanunum hvørt ár.
Aftrat hesum kann – eftir nevndarsamtykt frammanundan – stuðul latast í mun til limatalið.
Stuðul til leiðaratiltøk uttan fyri Føroyar verður latin eftir umsókn. Í mesta lagi verður latið 50% av samlaða kostnaðinum fyri hvørt einstakt tiltak.
Eftir nevndarsamtykt frammanundan kann fult gjald verða latið fyri leiðarar, ið umboða FSR á ráðstevnum uttanlands.
Frágreiðing skal latast FSR fyri øll tiltøk, ið FSR stuðlar.
Grannskoðaður roknskapur skal leggjast fyri fundin í mei.
Formansskapurin ger uppskot til fíggjarætlan, sum skal góðkennast á fundinum í november.

10. Altjóða nevnd:

FSR setir eina altjóða nevnd. Fastir limir eru: norðurlendsku umboðini, IC fyri WAGGGS og IC fyri WOSM. Altjóða nevndin umsitur og røkir, eftir avgerð ráðsins, sambandið úteftir, m.a. við altjóða skótarørsluna, evropa regiónina, norðurlendsku samstarvsnevndina og við viðurkendar skótasamskipanir í øðrum londum. Ivamál verða løgd fyri formansskapin.
Altjóða nevndin ger arbeiðssetning, ið nevnd FSR’s skal góðkenna.

11. Samskifti við myndugleikarnar:

FSR tekur sær av samstarvi við myndugleikarnar og almenningin, tá ið hetta kann gagna skótarørsluni sum heild.

12. Samstarv millum samskipanirnar:

FSR setir verkætlanarbólkar at taka sær av felags arbeiðstilfari, útbúgvingum o.l. Eisini velur FSR verkætlanarbólkar at taka sær av skótahjálpini, norðurlendskum legum og tiltøkum og Jamboree-luttøku.
FSR hevur fíggjarligu ábyrgdina av hesum verkætlanarbólkunum.

13. PR-arbeiði:

FSR skipar fyri PR fyri skótarørsluni sum heild, m.a. við skrivligum tilfari, framsýningum o.ø., her heima og uttan fyri Føroyar. Skipar tíðindaflutning til fjølmiðlarnar í Føroyum.

14. Útgáva:

FSR skipar fyri útgávu av skótatilfari, sum kann hava týdning fyri skótarørsluna sum heild.

15. Broytingar í reglugerðini fyri FSR:

Broytingar í hesi reglugerð skulu samtykkjast í hvørjari samskipa sær.


Hendan reglugerð er samtykt á fundi í Tórshavn 28. mars 1987 og seinast broytt 7. juni 2015.