Um Føroya Skótaráð

Føroya Skótaráð er samstarvsráðið fyri allar skótasamskipanirnar í Føroyum.

Í løtuni eru tríggjar samskipanir í Føroya Skótaráð, og tær eru KFUM-skótarnir í Føroyum og Føroya KFUK-skótar, sum ofta verða kallað Grønu skótarnir, og Føroya Skótasamband, ið vanliga verður kallað Gulu skótarnir. FH-skótarnir, sum eru skótarnir hjá Frelsanarherinum, er hvílandi limur.

Endamálið hjá Føroya Skótaráð er at virka fyri samstarvi millum skótasamskipanirnar, og at umboða skótarørsluna og felags áhugamál úteftir – bæði í Føroyum og uttanlands.

Føroya Skótaráð verður stýrt av nevnd, ið er mannað av trimum limun úr hvørjari samskipan umframt altjóða umboðunum fyri Føroyar, og nevndin hevur tveir regluligar fundir um árið.

Harumframt hevur nevndin í Føroya Skótaráð ein formansskap, ið stendur fyri dagliga virkseminum hjá Føroya Skótaráð.

Formansskapur

Elisabeth M. Gaard
Forkvinna
Bára Svabo Persson
Næstforkvinna
Brynja J. Reinert
Kassameistari
Bjørk Steinberg
Nevndarlimur
Hans E. Mikkelsen
Nevndarlimur
Hallgerð Kristiansen
Nevndarlimur
Steinar Patursson
Skrivari

Altjóða umboð

Sigurð Lamhauge
International Commissioner
Elsa Nielsen
International Commissioner

Útbúgvingarnevnd

Jóanes Joensen
Limur fyri FS
Barbara Vang
Limur fyri KFUM
Untitled
Elisabeth M. Gaard
Limur fyri KFUK
Randi á Grønastøð
Limur fyri FS
Sóley Mikkelsen
Limur fyri KFUM
Rósa Petersen
Limur fyri KFUK
Steinar Patursson
Skrivari