Heini Havreki hátíðarhelt stovningardag

Seinnapartin í gjár helt skótaliðið Heini Havreki eitt lítið hátíðarhald í sambandi við, at skótaliðið varð sett á stovn í fjør.

Einki hátíðarhald varð, tá skótaliðið í grundini varð stovnað, so stovnararnir báðir, Rúni Mørch Christiansen og Halbjørg Mørch Christiansen, hildu, at stundin var komin til eitt hátíðarhald, nú tað loksins eru skótar á Strondum.

Hátíðarhaldið varð hildið í bygdahúsinum á Strondum, og fitt av bygdafólki varð møtt til løtuna.

Halbjørg helt eina vælkomstrøðu, og Símun Michael Sørensen, Skótaovasti hjá Føroya Skótasambandi og formaður í Føroya Skótaráð, helt stutta røðu og ynskti teimum til lukku við nýggja fylkinum.

Eisini greiddi Eirikur Lützen frá, hvat skótarørslan er fyri nakað, og hvat skótar vanliga fáast við.

Saman við Skótafylkinum Heina Havreka er eisini Skótafylki Tórir Beinisson sett á stovn seinastu árini, og samstundis sum at vit hava vaksandi limatal í so at siga hvørjum fylki í Føroyum, mugu vit ásanna, at skótarørslan í Føroyum stendur í blóma.

Vit í Føroya Skótaráð ynskja Heina Havreka hjartaliga til lukku við stovningini og ynskja teimum blíðan byr.

Aya!
Himmalaya!