Skótahjálpin savnaði inn 209.549 krónur

Á lítlari samkomu fríggjadagin varð handan í sambandi við, at Skótahjálpin 2024 er avgreidd.

Eins og vanligt stuðlaði Skótahjálpin einari føroyskari verkætlan og einari útlendskari, og felagsskapirnir, sum hesaferð fingu pening úr Skótahjálpini, vóru Berin og Mirjam felagsskapurin.

Á Skótahjálpini í ár savnaðu skótar kring alt landið inn 209.549 krónur, og av teimum fingu verkætlanirnar hjá Beranum og Mirjam felagsskapinum 80.000 krónur í part. Restin av peninginum fór í grunn, sum Skótahjálpin umsitir.

Handanin varð hildin í hølunum hjá Beranum í Havn, og til staðar at taka ímóti vóru Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, og Krista Hvannastein, Jóhannes Johannesen og Anne Sophie Nordendahl fyri Mirjam felagsskapin.

Saman við formanninum og stýrisliminum í Skótahjálpini, Símuni Michael Sørensen og Steinbirni V. Olsen, vóru eisini fýra skótar, sum allir høvdu luttikið á skótahjálpini, komnir at handa kekkarnar báðar. Ein teirra var Viggo, ið sjálvur hevði biðið um at sleppa at handa Beranum kekkin, tí hann hevði havt gott av at ganga hjá Beranum, tá hann brádliga misti mammu sína í fjør.

Animatiónsfilm til Beran

Berin er felagsskapur, hvørs endamál er at veita fakkønan stuðul og hjálp til børn og ung, sum hava mist ella sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin, umframt foreldur, sum hava mist børn.

Verkætlanin hjá Beranum hevur til endamáls at lata úr hondum ein animatiónsfilm, sum skal brúkast í teirra arbeiði. Filmurin verður framleiddur saman við ungum, sum áður hava luttikið í Beranum, og støði verður tikið í teirra egnu sorgarreaktiónum.

Børn og ung, sum eru knýtt at Beranum, fáa beinleiðis gagn av filminum, sum verður brúktur til bólkaundirvísing og einstaklingasamrøður í Beranum. Harumframt er ætlanin, at filmurin verður brúktur sum undirvísingartilfar, tá Berin hevur framløgur á skúlum og stovnum.

Skúla til fjarskotna bygd í Liberia

Mirjam felagsskapurin er diakonalur felagsskapur, sum virkar fyri kvinnuíverksetan í Liberia og Kenya, og verkætlanin hjá Mirjam felagsskapinum hevur til endamáls at seta á stovn barnaskúla í James Village í Liberia.

James Village er fjarskotin bygd, og nærmasti skúli er fimm kilometrar burturi gjøgnum tættan frumskóg. Í James Village eru um 40 børn, ið hava tørv á skúlagongd, og ætlanin hjá Mirjam felagsskapinum er at fáa ein lærara til bygdina, sum kann undirvísa børnunum. Eisini er ætlanin, at verkætlanin skal tryggja børnunum skúlabøkur, skúlaklæðir og eina máltíð um dagin, soleiðis at tey hava neyðugu fortreytirnar fyri at læra.