Safe From Harm – Samverureglur

Samverureglurnar eru samtyktar á stórfundi 17. november 2024 við tí fyrivarni, at samverureglurnar skulu eisini samtykkjast á landsnevndarfundunum hjá samskipanunum í Føroya Skótaráð.

Samverureglurnar hjá Føroya Skótaráð eru grundleggjandi samverureglurnar fyri skótar í Føroyum og skulu tí altíð liva upp til samverureglunar hjá WOSM.

Samverureglurnar eru galdandi fyri allar samskipanir, allar bólkar og allar einstakar limir undir Føroya Skótaráð.

Samverureglurnar skulu eftirmetast einaferð um árið, og hetta verður gjørt á stórfundinum í mei mánaði. Safe from Harm samskiparin skal á sama fundi leggja fram hagtøl fyri árið í fór.

Framhaldandi og tilvitað brot á samverureglurnar hjá Føroya Skótaráð kunnu føra við sær, at samskipanin verður útihýst úr Føroya Skótaráð.

A. Barnaváttan

Sum liður í arbeiðinum at tryggja at børn og ung ár ikki verða útsett fyri ágangi, skulu samskipanirnar fáa inn barnaváttan frá øllum limum og sjálvbodnum, ið hava beinleiðis og regluligt samband við børn og ung undir 15 ár.

Hetta hevur síðan 2. Mei 2022 eisini verið lógarkrav í Føroyum.

Hendan ásetingin skal tryggja, at fólk, ið áður hava verið revsað fyri siðamisbrot, ikki koma í samband við skótarnar.

Ein barnaváttan er eitt serligt slag av revsiváttan, ið inniheldur upplýsingar um skuldsetingar, dómar, ákærufráfall o.a. í sambandi við revsimál móti børnum og ungum undir 15 ár.

Barnaváttanin fæst til vegar við at útfylla eitt serligt oyðublað á heimasíðuni hjá løgregluni, sum, við samtykki frá tí, ið barnaváttanin viðvíkur, verður sent til danska Kriminalregisteret. Samtykki verður givið á sama oyðublaði.

Barnaváttanin skal endurnýggjast annað hvørt ár.

B. Góði felagsskapurin

Sum krav verður sett til allar leiðarar og øll sjálvboðin hjá skótunum, um at:

  1. Tey vaksnu hava altíð ábyrgdina av, at børn og ung eru og kenna seg trygg, tá tey virka í skótahøpi.
  2. Tey vaksnu eru altíð góðar fyrimyndir fyri børnini og skulu virka fyri, at sambondini og viðurskiftini millum børn, ung og vaksin eru sunn og góð.
  3. Tey vaksnu hava høvuðsábyrgdina av, at málburður, kropsburður og onnur atferð bæði barnana millum, men eisini millum børn og vaksin, er á einum sømiligum og virðiligum støði.
  4. Tað eru altíð mørkini hjá øðrum, ið støði skal takast í, tá vit hava við onnur fólk at gera.
  5. Í ítøkiligum støðum, har ivamál eru um fatanir og hendingar í samveruni millum børn, ung og vaksin, er tað altíð tørvurin hjá børnunum ella teimum ungu, ið atlit verður tikið til. Hetta er eisini galdandi, tá tað er stórur og týðandi munur á valdsstøðuni og/ella aldrinum hjá teimum vaksnu.

C. Fjølbroytti felagsskapurin

Sum skótar hava vit virðing fyri fjølbroytni, og skótalívið skal sum útgangsstøði vera atkomuligt hjá øllum. Við virðing fyri ymiskleikanum:

  1. Gera vit ikki mismun vegna húðarlit, átrúnað, kyn, kynsligum samleika, stætt o.a.
  2. Góðtaka vit ikki happing og niðrandi málburð og atburð vegna omanfyristandandi.
  3. Gera vit okkara ítasta til at røkka so nógvum, sum til ber, soleiðis at skótalívið er atkomuligt hjá øllum, óansæð teirra bakgrund.

D. Ágangur

Sum barna- og ungdómsfelagsskapur er ein av høvuðsábyrgdum okkara at tryggja, at øll – børn, ung og vaksin – eru trygg og ikki verða útsett fyri ágangi av ymiskum slag.

Kynsligur ágangur

Kynsligur ágangur kann vera kropsligur, munnligur ella skriftligur

  • Kropsligur ágangur er millum annað ópassandi kropsligt samband
  • Munnligur ágangur er millum annað ópassandi málburður við seksuellum undirtónum
  • Skriftligur ágangur er millum annað skriftligt og digitalt samskifti við ópassandi málburði við seksuellum undirtónum og tilfari, ið kann vera blygdanarskemmandi

Tað er revsivert at hava kynsligt samband við børn og ung undir 15 ár. Tað er eisini revsivert at hava kynsligt samband við børn og ung undir 18 ár, um tú hevur undirvísandi leiklut, so sum leiðari ella hjálpari. Ert tú eldri enn 15 ár, er tað revsivert at hava kynsligt samband við skótar, ið eru yngri enn 15. Og ert tú leiðari, hjálpari ella í øðrum undirvísingarleikluti, er tað eisini revsivert at hava kynsligt samband við skótar undir 18 ár.

Kropsligur ágangur

Kropsligur ágangur er ágangur, har tú verður útsettur fyri harðskapi ella øðrum, sum ávirkar teg kropsliga á neiligan hátt.

Skótalívið kann stundum vera kropsliga krevjandi, og tað at royna síni kropsligu mørk kann vera ein gevandi partur av skótalívinum. Kortini fylgja vit við og eru varug við, nær farið verður um mark, og nær kropslig avbjóðing verður kropsligur ágangur.

Tí siga vit sum skótar, at:

  1. Harðskapur verður ikki góðtikin; ikki millum børn og ung, men als ikki millum vaksin, børn og ung.
  2. Tey vaksnu hava ábyrgd av at ansa eftir, at aktivitetirnir hjá børnum og ungum ikki fara um mark, og at børn og ung eru kropsliga trygg í skótahøpi.

Kensluligur ágangur

Kensluligur ágangur er ágangur móti kensluliga integritetinum. Kensluligur ágangur kann millum annað vera happing, hóttanir, háðan, skamman og útihýsan frá felagsskapinum.

Fyri tann einstaka kann kensluligur ágangur vera sera álvarsamur, og tí siga vit sum skótar, at:

  1. Happing og háðan verður ikki góðtikin. Sjálvandi skal vera pláss fyri at stuttleika sær við øðrum, men vit skulu øll vera varug við, nær hetta fer um mark og verður til happing og háðan. Hav altíð í huga mørkini og fatanirnar hjá teimum, sum tú ert í felagsskapi við.
  2. Hóttanir, ið hava til endamáls at kroysta onnur at gera ting, ið ikki eru røtt, ella sum verða nýttar at happa, kunnu ikki góðtakast.
  3. Útihýsan frá felagsskapinum skal bera fara fram eftir grundiga viðgerð og við haldgóðum orsøkum. Útihýsan frá felagsskapinum skal eisini altíð síggjast sum seinasta loysn, tá allar aðrar loysnir eru royndar, ella tí at tann, sum verður útihýstur, er framhaldandi og beinleiðis til ampa ella vanda fyri onnur.

Svík

Sum skótar og sum menniskju kunnu vit øll enda í støðum, har vit hava tørv á hjálp ella meira umsorgan enn vanligt. Tað kann vera, at vit hava tørv á at tosa við onkran, ella at vit hava tørv á samkenslu í sambandi við støður, har vit eru kroyst.

Hetta er serliga galdandi fyri børn og ung, ið ofta eru meira sárbar enn tey vaksnu, serliga tá tey eru burturi frá sínum foreldrum ella verjum.

Sum skótar miðja vit altíð eftir at veita eina hjálpandi hond ella eitt lurtandi oyra til hvønn annan, og tey vaksnu hava ábyrgd av, at børn og ung altíð hava onkran at venda sær til, um okkurt er áfatt.

Talan er um umsorganarbrot ella umsorganarsvík, tá onkur, ið er bundin av einum øðrum, ikki fær ta hjálp og umsorgan, ið viðkomandi hevur fyri neyðini.

E. Mannagongdir

Tað kann henda seg, at leiðarar, hjálparar ella onnur sjálvboðin fremja ágang móti børnum ella øðrum vaksnum.

Sum vaksin hevur tú skyldu at boða frá, um tú veit um ágang ella hevur grundaðan illgruna um ágang.

Tað kann vera trupult at vita, nær talan er um ópassandi ella revsiverdar gerðir ella atburðir, og tí er umráðandi, at tú ongantíð stendur einsamallur í støðuni og skal taka avgerðir.

Eini góð ráð eru at venda tær til bólkaleiðsluna ella til leiðsluna í samskipanini. Eru ivamálini um onkran, ið situr í bólkaleiðslu ella í samskipanini, ber eisini til at venda tær til Safe from Harm samskiparan hjá Føroya Skótaráð (Símun Michael Sørensen, smsoren@olivant.fo).

Safe from Harm samskiparin varðveitir allar áheitanir, soleiðis at fylgjast kann við um talan er um mynstur í bólkum, samskipanum ella hjá tí einstaka.

Minst tó til, at hevur tú grundaðan illgruna um revsiverdan ágang, mást tú boða løgregluni frá umgangandi. Harumframt mást tú eisini boða Safe from Harm samskiparanum frá, hevur tú meldað eitt mál til løgregluna.