Ung i Norden 2025

Tilmelding er niðast

Ung i Norden verður hildið í Íslandi frá 17. til 19. oktober.

Tiltakið byrjar klokkan 17 tann 17. oktober á BSÍ busstøðini í Reykjavík og endar sunnudagin 19. oktober klokkan 12 á flogvøllinum í Keflavík. Bussurin steðgar eisini á BSÍ busstøðini á vegnum til Keflavíkar, um so er, at tit flúgva seinni og ikki vilja bíða á flogvøllinum.

Tema í ár er Umhvørvislig burðardygd, og á tiltakinum verða bæði framløgur og verkstovur, har luttakararnir hava ein meira aktivan leiklut. Nærri kunning um innihaldið kemur í apríl mánaði.

Eisini verður skipað fyri útferð til Þingvellir, Geysir og Gullfoss.

Føroya Skótaráð rindar fyri luttøku á Ung i Norden og ferðing aftur og fram, og hetta er tí ókeypis fyri luttakararnar.

Pláss er fyri seks luttakarum úr Føroyum millum 16 og 22 ár. Ert tú yngri enn 18 ár, verður kortini neyðugt við foreldraváttan áðrenn fráferð. Hetta fáa tit nærri boð um seinni.

Í fyrstu atløgu tvey pláss til hvørja samskipan – tvey pláss til KFUM, tvey til KFUK og tvey til FS – men tey, ið tekna seg, verða sett á bíðilista, um so at pláss verða tøk frá hinum samskipanunum.

Tekna teg her: