Jólatíðindi úr Henry James Village

Mirjam felagsskapurin fekk í fjør 80.000 krónur frá Skótahjálpini til Skúlaverkætlan í Henry James Village í Liberia. Nú er komið so mikið langt við verkætlanini, at skúlin er liðugt bygdur, og Mirjam felagsskapurin hevur í sama viðfangi latið úr hondum eitt video, har greitt verður frá tilgongdini at byggja skúlan, og hvønn týdning, hetta hevur fyri Henry James Village.

Øll bygdin var um arbeiðið at byggja, og vit vóna, at skúlin fer at tæna bygdabørnunum í Henry James Village í nógv, nógv ár!