So er tilmeldingin til Nordic Adventure Race 2026 latin upp!
Tema
Tema fyri Nordic Adventure Race hesaferð er ævintýr, við serligum íblástri frá gomlum norskum sagnum við Øskudólginum, trøllum, Nykinum og huldum.
Hvat er Nordic Adventure Race?
Nordic Adventure Race er eitt norðurlendskt tiltak, sum verður hildið á hvørjum ári upp á skift millum norðurlond. Nordic Adventure Race varð fyrstu ferð hildið í Føroyum í 2022, og hesaferð verður tað í Norra. 50 luttakarar úr hvørjum norðurlandi verða sett saman í altjóða patruljur við seks luttakarum í hvørjari, og skulu patruljurnar kappast í norsku fjøllunum í eina viku. Strembað verður eftir, at hvør patrulja hevur í minsta lagi ein skóta úr hvørjum landi. Á ferðini í norsku fjøllunum fáa patruljurar ymiskar uppgávur, har tær kunnu savna saman stig og kappast um at vinna Nordic Adventure Race.
Tiltakið byggir nógv á danska hugtakið um Adventure skótalív, har skótarnir liva seg inn í eina søgu og fáa avbjóðingar í náttúruni við kappingum og skótakynstrum. Endamálið er at bjóða kropsligu og sálarligu mørkunum av, at royna seg við samstarvi og trupulleikaloysn, samstundis sum at luttakararnir fáa eina uppliving, ið teir seint fara at gloyma.
Praktisk kunning
Luttakarakostnaður: 4000 NOK
Stabs-/leiðarakostnaður: 1500 NOK
Luttakaraaldursmark: 13-17 ár (fødd/ur millum 10/07/2008 og 17/07/2013)
Stabs-/leiðaraaldursmark: 18+ (Fødd/ur 10/07/2008 ella fyrr)
Hvat er íroknað?
Í kostnaðinum er íroknað:
- Matur
- Flutningur til tiltaksbyrjan frá Oslo S/Gardemoen
- Flutningur frá málinum til Oslo/Gardemoen
- Luttakaramerki
- Aktivitetir
- Nakað av felagsútgerð, sum luttakararnir skulu nýta
Ferðing til og frá Oslo er ikki íroknað.
Stabur og leiðarar
Tey, ið eru eldri enn 18, fáa annan av teimum leiklutum: stabur ella leiðari.
- Staburin hevur til uppgávu at rigga til, halda og rudda upp eftir aktivitetum, gera mat til avísar partar av tiltakinum, og at hjálpa til við ymiskum fyrifallandi.
- Leiðarar verða knýttir at patruljunum, sum teir eisini skulu fylgja og stuðla á tiltakinum. Leiðarar skulu tryggja, at skótarnir beraseg rætt at í náttúruni. Eisini kann vera, at leiðarar verða settir at hjálpa til við nøkrum av aktivitetunum, tá tørvur er á tí. Fyrireikararnir kunnu ikki tryggja, at leiðararnir kenna nakran av skótunum.
Ruta
Túrurin fevnir um ferð upp um fjøll, ígjøgnum dalar, eftir víddum og einum jøkuli. Túrurin fevnir eisini um ferð til sjóvarmálan.
Skótarnir sova úti hvørja nátt og mugu vera førir fyri at ganga við ryggsekki við øllum tí, teimum tørvar – umframt felagsútgerð og mati! Hetta verður ein kropsliga og sálarliga avbjóðandi ferð, og tí er týdningarmikið, at skótarnir eru í góðum formi og eru vanir at ganga í fjøllunum.
Men lønin er ein rá uppliving við førleikamenning og minnum, ið skótarnir seint fara at gloyma!
Fyriskipararnir skipa fyri bussflutningi frá Oslo S og Gardemoen til staðið, har tiltakið byrjar – og eisini hinvegin, tá tiltakið endar. Felagsflutningurin fer frá Gardemoen kl. 13.30 og frá Oslo S kl 12.00 tann 10. juli 2026. Felagsflutningurin fer frá endapunktinum og verður frammi á Gardemoen kl. 16.00 tann 16. juli.
Kappingin
Tiltakið er skipað sum ein kapping, har luttakararnir verða skipaðir í altjóða patruljur, sum skulu loysa uppgávur á ferðini. At enda verður ein vinnapatrulja kosin, sum fær eina virðisløn við heim.
Uppgávurnar eru ymiskar. Summar eru praktiskar, summar eru teoretiskar, og summar eru ein blanding av praksis og teori. At hava við sær grundleggjandi skótakunnleika í sjáttuni er eitt gott útgangsstøði!
Tilmelding
Tilmelding fer fram umvegis Føroya Skótaráð, og tilmeldingin er at finna her. Pláss er fyri 50 luttakarum og 10 stabsluttakarum og leiðarum úr Føroyum.
Tilmeldingin er nakað umfatandi, so gev tær stundir, tá tú fyllir hana út.
Tey, ið eru eldri enn 18, kunnu velja, hvørt tey vilja vera partur av stabinum ella leiðatoyminum (tað kann tó ikki garanterast, at tú fært tað plássið, ið tú ynskir).
Tilmeldingarfreist er 3. mars 2026.


