Frágreiðing frá Ung i Norden 2023

10. – 12. November vóru fýra ungir skótar úr Føroyum á tiltakinum Ung i Norden í Oslo. Ung i Norden hevur til endamáls at geva ungum skótum í Norðurlondum íblástur til at fremja broytingar í heiminum til tað positiva, og tema fyri Ung i Norden í ár var kríggj og flóttafólk.

Tey fýra, John Haakon Debes Christiansen, Marjun Magnussen, Ronja Ji Súnadóttir og Maria Høgnadóttir Vesturdal, hava skrivað hesa frágreiðingina frá túrinum.


Ung i Norden 2023

Vit vóru á Ung i Norden, sum hesaferð varð hildið í Oslo í Norra, og sum hevði kríggj og flóttafólk sum tema.

Komin til Oslo vórðu vit býtt í patruljur, sum síðani vórðu send á ymsar samansjóvingaraktivitetir, og so endaði fríggjadagurin við einum legubáli.

Leygardagur byrjaði við einum fyrilestri um flóttafólk, og síðani fóru vit á ymiskar verkstovur um evnið.

Eftir døgurða skuldu vit á tað, sum tey kallaðu Patruljeflukten – ella Patruljuflýggjanin. Her skuldu patruljurnar á ein postarenning, har luttakararnir skuldu royna seg sum flóttafólk, sum royndu at sleppa úr Sudan til Norra. Á postarenningini lærdu luttakarnir nógv um avbjóðingar og trupulleikar, sum flóttafólk hava.

Afturkomin frá postarenningini var pallborðsfundur.

Við í pallborðsfundinum vóru millum annað umboð frá Red Barnet. Eisini var ætlanin, at Lika Zakaryan, rithøvundur úr Nagorno-Karabakh skuldi vera við. Men av tí at stríðið í Nagorno-Karabakh millum Armenia og Azerbaijan er kyknað upp aftur, var Lika Zakaryan ikki tøk.

Tá pallborðsfundurin var av, varð filmurin Invisible Republic hjá Liku Zakaryan sýndur.

Sunnudagin var reflektión á skránni.

Luttakararnir úr hvørjum landi skuldu koma við uppskotum fyri, hvussu vitan kann spreiðast um flóttafólk, umframt at koma við uppskotum um, hvussu norðurlendsku londini kunnu gera meira fyri flóttafólk.

Føroysku luttakararnir vildu gera fólk meira tilvitað um flóttafólkastøðuna, og eitt uppskot var at fáa eitt tiltak sum Patruljeflukten sum part av skótaarbeiðinum.