Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

K-Lega

January 30 - February 1

Føroya KFUK skótar, bjóða øllum skótum í Føroyum á vælumtóktu K-leguna, ið verður í
døgunum 30. januar til 1. februar í Eysturskúlanum í Havn.

Skótar í 4. flokki og eldri úr øllum skótasamskipanum í Føroyum, kunnu luttaka á leguni.
Summi av verkstøðunum eru tó lagaði til eldru skótarnir.

Á K-leguni hevur tú sjálv/ur ávirkan á, hvussu tín skrá sær út. Tú sleppur at velja upp til trý
verkstøð/aktivitetir at luttaka á. Tó eru eisini nógv felags virksemi.

Tað vera nógv spennandi verkstøð at velja ímillum. Skjótt fer kunning at koma um hvørji
verkstøðini vera, men vit kunnu longu nú avdúka nøkur, harímillum: Bommverkstað, ullatøving,
escape room, Padel, Sjósavnið, “spæl við eld” og “ver til reiðar”; ein postarenning har tú lærir um
sjálvbjargni undir serligum umstøðum og nógv fleiri.

Tilmeldaðir luttakarar fáa ein t-post við nærri kunning og val av verkstovum. Minnist til at kanna
teldupostin og at velja verkstovurnar sum skjótast, eftir at tú hevur móttikið teldupostin.

Ein leiðari fyri hvønn skótabólk má við. Um fleiri enn 10 skótar eru við, mugu tveir leiðarar við.
Tað kann eisini verða foreldur, ella onnur vaksin ábyrgdarfólk, ið varða av tykkara skótabólki um
tað ikki liggur fyri hjá leiðarunum.

Vit sova innandura, og hvør skótabólkur fær eina skúlastovu at gista í. Eru fá úr einum bólki,
kann væntast at deila skúlastovu við annan skótabólk.

Legugjaldið er 275 kr. Ferðaútreiðslur eru ikki íroknaðar. Leiðarar luttaka ókeypis.
Dyrnar lata upp klokkan 18:00 og skráin byrjar klokkan 20:00 fríggjakvøldið og endar
sunnudagin klokkan 14:00.

Vit gleða okkum at síggja skótar og leiðarar úr øllum Føroyum á K-leguni og vænta at vit fara at
fáa eitt sera gott vikuskifti saman.

Tilmelding: https://kfukskotar.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=109

Fylg okkum á Instagram: Instagram
Fylg okkum á facebook: Facebook
Við skótakvøðu vena Føroya KFUK skótar
Fía Lindenskov

Details

Organizer