Loading Events

« All Events

Roverway 2024

July 21 @ 08:00 - August 3 @ 17:00

Roverway er evropeisk lega fyri rovarar í aldrinum 16 til 22 ár.

Næsta ár verður Roverway hildin frá 21. Juli til 3. august í Norra, og talan verður um ein stóra legu fyri rovarar úr øllum Evropa – bæði frá WAGGGS og WOSM.

Á Roverway fært tú høvið at knýta vinarbond við aðrar evropeiskar rovarar umframt at læra um aðrar mentanir og aðrar skótamentanir.

Sum føroyskur rovari verður tú eisini partur av danska kontingentinum, so hetta er eitt upplagt høvi at síggja aftur gamlar kenningar, um tú kanska hevur roynt at verið á Jamboree fyrr.

Hóast Roverway er til rovarar, ið eru føddir millum 1. august 2001 og 22. juli 2008, men ert tú eldri enn hetta, ber eisini at koma við sum IST’ari (hjálparfólk).

Roverway er býtt upp í tveir partar, har fyrri parturin verður kallaður “Paths” ella “Leiðir”. Her fara rovararnir saman við donskum patruljum og øðrum altjóða skótum at vera ymsastaðni í Norra, og rovararnir fáa við ymsum temaum upplivingar við norskari náttúru og mentan.

Eftir fimm døgum á hesum leiðunum, gongur leiðin til Stavanger, har talan verður um rætta rovaralegu við umleið 5.000 luttakarum.

Roverway er ein rovaralega, ið er gjørd av rovarum til rovarar.

Meira er at lesa um Roverway á heimasíðuni roverway.no ella fyri danska kontingentið á roverway.dk. Tilmelding fer fram á leinkjuni her.

Tilmeldingarfreist er 1. desember 2023

Hevur tú spurningar um Roverway, set teg í samband við okkum á scout@scout.fo.

Við skótakvøðu

Føroya Skótaráð

Details

Start:
July 21 @ 08:00
End:
August 3 @ 17:00
Event Categories:
,
Website:
https://roverway.no/

Organizer

Speiderne i Norge

Venue

Stavanger
Norway