Smáskótadagur 2025
May 10 @ 10:00 - 15:30

Vælkomin á eitt skótaævintýr
Føroya KFUK skótar bjóða øllum skótum í Føroyum á Smáskótadag í Havn 10. Mai kl 10.00-15.30.
Smáskótadagur er fyri skótar í 4. flokki og yngri.
Ein leiðari skal vera við fyri hvørjar 10 skótar.
Í ár verður temaið “Eitt skótaævintýr”, og verður dagurin skipaður sum ein postarenning í býnum. Smáskótarnir fylgjast við egnum leiðarum.
Tilmelding er neyðug, og við í prísinum er eisini ein løtt máltíð. Skótarnir skulu tó eisini hava ein lítlan matpakka/millummála við, umframt drekkidunk og regnklæðir í lítlum ryggsekki.
Dagurin byrjar kl 10 á trappuni, har Elsa Berg, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.
Dagurin endar eisini á trappuni í Vágsboti kl 15.30
Tilmelding:
http://kfukskotar.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=104&fbclid=IwY2xjawJ8bSpleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFhQXA1YmtoT0dOMW1rMHVUAR535vZnusZGvnVp95IR1fuHkM6lBxYto8Tc2cyVzij4DNauiyxyZ_0HoA9f2w_aem_mtDF3GXkkZdJ2Vj57dVatA