Fía, Lóa, Nita og Anita á Ung i Norden

Vit lendu allar fýra í Helsinki um hálvgum seks tíðina í øllum góðum. Tað riggaði ikki at keypa ein ferðaseðil til bussin, so vit tóku ístaðin taxa til vallarheimið, har skipað varð fyri samansjóvingarspølum. Eisini fóru vit at eta á indiskari matstovu, so talan var um eitt hugnaligt og lætt fyrst kvøld.

Allir luttakararnir vórðu býttir í tvey 18-manskømur, har annað kamarið var eitt gentukamar, meðan hitt var blandað. Vit fýra vóru allar í gentukamarinum.

Leygarmorgunin byrjaði við morgunmati klokkan átta, og síðani fóru vit til høvuðskontórið hjá finsku skótunum. Fyrst á skrá var ein verkstova um frið – um 2250 National Action Plan, Youth Peace and Security, og hvat finskur ungdómur hevur gjørt fyri at fáa ungdóm at vera ein størri part av samráðingum, serliga innan øki, ið ávirka ungdóm. Sera spennandi, tað, ið tey høvdu at fortelja.

Aftaná vit høvdu etið døgurða, fóru vit á ein fiskamarknað, har vit sluppu at ganga og mala eina løtu.

Síðani fóru vit vit einari ferju til oynna Soumelinna, sum eisini er friðað undir UNESCO World Heritage list. Har var sera vakurt. Vit høvdu onkran aktivitet á oynni, men fyri tað mesta sluppu vit at ganga runt á oynni, sum okkum lysti.

Síðani komu vit aftur til Helsinki og fóru á eina matstovu. Um kvøldið fóru vit gongutúr, og vit fýra fóru líka á McDonalds – tað var lekkurt.

Sunnumorgunin ótu vit morgunmat á vallarheiminum. Vit tóku alt viðførið við okkum til høvuðsskrivstivuna, har vit endaðu við at gera jólahjørtu og tosa um, hvat okkum dámdi við tiltakinum.

Síðani varð millummáli á skrá, og vit tóku taksabil aftur á flogvøllin. Vit náddu tíverri ikki seinasta aktivitetin, men tað gerst ikki við við.

Á flogvøllinum var ein so fittur Mumi handil, so har máttu vit eisini inn!

Uttan fyri geytina møttu við einum norskum skóta, sum eisini hevði luttikið á Ung i Norden, og tað var sera hugnaligt. Vit fylgdust allan vegin til Keypmannahavnar, og annars gekk túrurin heim sera væl.