Kom við á Go Global 2025

So er aftur tíð til Go Global. Go Global hevur til endamáls at læra skótar meira um skótalív og skótaítriv í altjóða høpi og at skapa nýggj norðurlendsk sambond.

Go Global í ár verður hildið í Höör í Svøríki frá 7. til 9. November, og tiltakið er fyri skótar millum 18 og 30 ár. Á skrá eru aktivitetir bæði í býi og í náttúru, og tiltakið umfatar bæði fyrilestrar og verkstovur.

Fýra luttakarar kunnu luttaka úr Føroyum.

Praktisk kunning:

  • Nær? Frá 7. November kl. 15.00 til 9. November kl. 12.00.
  • Hvar? Skótarnir hittast í Malmö fríggjadagin 7. November kl. 15.00 og ferðast síðani saman til Backagården í Höör. Tiltakið endar sunnudagin kl 12.00 í Höör.
  • Tilmelding og skráseting? Tilmeldingar- og skrásetingfreist er 31. august.
  • Kostnaður? Føroya Skótaráð rindar kostnaðin fyri ferðing og luttøku, og tiltakið er tí ókeypis fyri luttakararnar.

Tilmelding fer fram á leinkjuni her.