Fjórði dagurin á WOSM heimsráðstevnuni er hálvliðin, og vit hava frætt frá okkara útsendu, at aftur hesaferð er ein norðurlendingur valdur í heimsnevndina fyri WOSM.
Tað er svenski Julius Kramer, sum ikki gjørdi mætari enn at fáa flestar atkvøður av øllum teimum uppstillaðu. Frammaundan hevur Pia Melin sitið í heimsnevndini, men nú er hennara tørn av.
Hjartaliga til lukku til Julius Kramer, og stóra takk til Piu Melin fyri hennara avrik!
Tað eru Bjørk Steinberg og Símun Michael Sørensen, sum eru við á ráðstevnuni fyri nevndina í Føroya Skótaráð, umframt Sigurð Lamhauge, sum er føroyskt altjóða umboð fyri WOSM.
Í morgin skal avgerð takast um, hvør skal vera vertur fyri jamboreeina í 2031, og sum skilst á okkara luttakarum eru sterkar ábendingar um, at Danmark fer at vinna hesa atkvøðugreiðsluna. Umframt Danmark er eitt samtak við USA á odda í boði um at vera vertur fyri jamboreeini, men sum skilst er ikki stór undirtøka fyri longu at halda jamboree í USA aftur, og tí er atkvøðan ivaleyst bert ein avgreiðsluspurningur.
Eisini er greitt, at Mootið næstu ferð verður hildið í Taiwan, tí einki annað land hevur lagt inn boð upp á Mootið.
Í morgin skal eisini avgerast, hvar heimsráðstevnan skal haldast næstu ferð. Í uppskoti eru Ongland og Rwanda. Bjørk Stenberg heldur, at Rwanda hevði nokk ta sterkari framløguna, og at hon væntar, at Rwanda vinnur tann dystin, men tað fáa vit so at síggja í morgin.
Annars hava okkara umboð brúkt tíðina upp á at hjálpa danska ferðaliðnum at reka fyri danska jamboreeboðið, umframt at skapa nýggj altjóða sambond føroysku skótarørsluni at frama.