Grundlóg fyri Føroya Skótaráð
1. Navn og staður
Navn Ráðsins er Føroya Skótaráð, stytt FSR. Føroya Skótaráð er staðsett í Tórshavn.
2. Endamál
Føroya Skótaráð er eitt samstarvsráð, sum virkar fyri at styrkja skótarørsluna, har dentur verður lagdur á felagsskap, útilív fyri børn og ung – at menna og styrkja ung og vaksin at taka ábyrgd fyri øðrum.
3. Visjón
At skapa eina sameinda og livandi føroyska skótarørslu, har børn og ung vaksa í ábyrgd, felagsskapi og virðing fyri menniskjum og náttúru.
4. Limaskapur
Eftir umsókn kann nýggj samskipan gerðast limur í Føroya Skótaráð, um hon á nøktandi hátt fylgir virðum og skótahugsjónini hjá WAGGGS og WOSM.
Er samskipan ikki virkin á aðalfundi í tvey ár, fellir limaskapurin í Føroya Skótaráð burtur.
5. Virkisøki
Føroya Skótaráð er samstarvsráð fyri Føroya KFUK-Skótar, Føroya Skótasamband og KFUM-skótarnar í Føroyum. Føroya Skótaráð virkar sostatt fyri allar skótar í Føroyum.
Føroya Skótaráð er opið fyri øllum.
Føroya Skótaráð er politiskt óheft.
Føroya Skótaráð virkar fyri samstarvi millum samskipanirnar í Føroyum.
Føroya Skótaráð skal umsita felags áhugamál og umboða skótarørsluna her heima og í útheiminum.
6. Formansskapur
Formansskapurin í Føroya Skótaráð hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni í Føroya Skótaráð og hevur til uppgávu at fremja tað, ið aðalfundurin avger.
Limirnir í formansskapinum verða valdir fyri tvey ár í senn, og formansskapurin er mannaður við tveimum umboðum fyri hvørja samskipan . Í minsta lagi annað umboðið skal sita í landsnevndini í sínari samskipan.
Formansskapurin skipar seg við einum forfólki, einum næstforfólki og einum kassameistara.
Formansskapurin skipar seg á hvørjum ári eftir aðalfundin í mei mánaði.
Formansskapurin hevur ábyrgdina av at skipa fyri Skótahjálpini.
Í høvuðsheitum er tað forfólkið, ið umboðar Føroya Skótaráð í Spejderne, men hendan uppgávan kann eisini latast altjóða umboðunum.
Formansskapurin kann seta lønt fólk í starv.
7. Aðalfundur
Aðalfundur verður hildin í mei mánaði í hvørjum ári, og skráin fyri fundin er hendan:
1. Inngangur og val av fundarstjóra og skrivara
2. Gerðabók
3. Val av formansskapi, IC, vara-IC og NTC (tá neyðugt)
4. Roknskapur
5. Safeguarding
6. Felags tiltøk
7. Norðurlendsk og altjóða tiltøk
8. Innkomin mál
9. Ymiskt
Hvør samskipan eigur tríggjar atkvøður og boðast skal frá í seinasta lagi tveir dagar undan fundinum, hvør greiðir hesar atkvøður.
Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá allar samskipanirnar hava umboð við á fundinum.
Aðalfundurin er fyri allar skótar.
8. Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur verður hildin í November mánaði í hvørjum ári, og skráin fyri fundin er hendan:
1. Inngangur
2. Gerðabók
3. Fíggjarætlan
4. Felags tiltøk
5. Norðurlendsk og altjóða tiltøk
6. Innkomin mál
7. Ymiskt
Hvør samskipan eigur tríggjar atkvøður og boðast skal frá í seinasta lagi tveir dagar undan fundinum, hvør greiðir hesar atkvøður.
Eykaaðalfundurin er viðtøkuførur, tá allar samskipanirnar hava umboð við á fundinum.
Eykaaðalfundur er fyri allar skótar.
9. Atkvøðugreiðsla
Hvør samskipan hevur tríggjar atkvøður. Í sambandi við broytingar í Grundlógini krevst undirtøka frá øllum samskipanunum – t.e. níggju atkvøður.
Í sambandi við aðrar avgerðir krevst vanligur meiriluti.
10. Umsiting
Formansskapurin sendir á hvørjum ári út oyðubløð viðvíkjandi limatali, aldursbýti o.l., sum samskipanirnar lata inn aftur til Føroya Skótaráð .
11. Fígging og stuðul
Føroya Skótaráð umsitur fíggjarliga stuðulin, sum verður veittur skótarørsluni á fíggjarløgtingslógini.
Eitt grundgjald verður latið samskipanunum hvørt ár.
Aftrat hesum kann eftir samtykt á aðalfundinum stuðul latast í mun til limatalið í samskipanunum.
Eftir samtykt frá formansskapinum kann stuðul latast fyri skótar, ið umboða Føroya Skótaráð á ráðstevnum o.ø. uttanlands.
Frágreiðing skal latast Føroya Skótaráð fyri øll tiltøk, ið Føroya Skótaráð stuðlar.
12. Roknskapur og fíggjarætlan
Formansskapurin ger uppskot til fíggjarætlan, sum skal góðkennast á eykaaðalfundinum í November.
Granskoðaður roknskapur skal leggjast fyri aðalfundin í mei mánaði.
13. Altjóða umboð
Altjóða umboð (International Commissioners – stytt “IC”) og varaumboð verða vald fyri tvey ár í senn.
Altjóða umboðini og varaumboðini kunnu endurveljast.
Eitt altjóða umboð er fyri WAGGGS og eitt altjóða umboð er fyri WOSM. Eitt varaumboð er fyri WAGGGS og eitt varaumboð er fyri WOSM.
Altjóða umboðið og varaumboðið fyri WAGGGS skulu vera limir í WAGGGS.
Altjóða umboðið og varaumboðið fyri WOSM skulu vera limir í WOSM.
Uppgávurnar hjá altjóða umboðunum eru at røkja samband og samskiftið millum føroysku skótarørsluna og útheimin – herundir Nordisk Spejderkomité og felagsskapirnar WAGGGS og WOSM.
Varaumboðini stuðla altjóða umboðunum í arbeiði teirra og traðka til, tá altjóða umboðunum berst frá at møta á fundum o.ø.t.
Altjóða umboðini umboða Føroyar á viðkomandi fundum, ráðstevnum o.ø. og kunna aðalfundin um virksemi sítt í punktinum “Norðurlendsk og altjóða tiltøk ”.
Altjóða umboðini skulu eisini kunna formansskapin so hvørt gjøgnum árið .
14. Útbúgvingarnevnd
Limir í útbúgvingarnevndini verða valdir fyri tvey ár í senn, og útbúgvingarnevndin er mannað av einum fólki úr hvørjari samskipan umframt útbúgvingarstjóranum (National Training Commissioner – stytt “NTC”)
Útbúgvingarstjórin verður somuleiðis valdur fyri tvey ár í senn, og útbúgvingarstjórin skal vera útlærdur Gilwell vegleiðari.
Uppgávurnar hjá Útbúgvingarnevndini eru at skipa fyri leiðaraskeið 1 og 2, Safeguarding/Safe from Harm skeiði, brand- og 1. Hjálparskeiði umframt Gilwell skeiði.
Eftir tørvi kann Útbúgvingarnevndin skipa fyri øðrum skeiðum .
15. Samskifti við myndugleikarnar
Føroya Skótaráð tekur sær av samstarvi og samskifti við myndugleikarnar og almeningin, tá ið hetta kann gagna skótarørsluni sum heild.
16. Samstarv millum samskipanirnar
Føroya Skótaráð setir verkætlanarbólkar eftir tørvi at taka sær av felags arbeiðstilfari, útbúgvingum o.l.
Eisini velur Føroya Skótaráð verkætlanarbólkar at taka sær av luttøku á Jamboree, Moot, Euro Mini-Jam og NSK tiltøkum, umframt øðrum norðurlendskum og altjóða tiltøkum, har Føroya Skótaráð luttekur sum ein eind .
17. Miðling
Føroya Skótaráð hevur ábyrgd av at lýsa og miðla skótahugsjónina og at hava aktivan lut á viðkomandi samfelagsligum pallum.
18. Útgáva
Føroya Skótaráð skipar fyri útgávu av skótatilfari, sum kann hava týdning fyri skótarørsluna sum heild.
19. Altjóða tiltøk
Fyriskipan av legum og tiltøkum í Føroyum við altjóða luttøku skulu kunnast og góðkennast av Føroya Skótaráð.
20. Broytingar í grundlógini fyri Føroya Skótaráð
Broytingar í hesi grundlóg skulu samtykkjast í hvørjari samskipan sær.
21. Avtøka
Í sambandi við avtøku av Føroya Skótaráð skal atkvøðast um hetta á tveimum fundum á rað. Annar av fundunum skal vera aðalfundurin í mei, og hin fundurin skal vera eykaaðalfundurin í november.
Full undirtøka krevst á báðum fundunum.
Í sambandi við avtøku av Føroya Skótaráð fella ognir ráðsins í jøvnum pørtum til limasamskipanirnar.
Hendan Grundlógin kemur ístaðin fyri og ger óvirkna reglugerð sum samtykt á fundi í Tórshavn 28. mars 1987 og seinast broytt 7. juni 2015.


