Skótahjálpin 2024

Skótahjálpin í ár verður frá 23. til 29. september, og hesaferð hevur nevndin fyri Skótahjálpina gjørt av at stuðla einari skúlaverkætlan í Liberia hjá Mirjam felagsskapinum og einari verkætlan hjá Beranum at gera animatiónsfilm.

Skótahjálpin í fjør eydnaðist stak væl, og tilsamans savnaðu skótarnir í Føroyum inn 215.098 krónur. Av teimum fóru 75.000 krónur lætnar verkætlanini at gera eitt sansarúm á Gula skúla á Argjum, meðan 75.000 krónur fóru til skúlaverkætlan í Adidome í Ghana, har Jónhild og Samuel Dunya reka skúla. Seinasti triðingurin fór í grunnin hjá Skótahjálpini, sum í fjør millum annað lat pening til skótarnar í Grindavík, eftir at Grindavík varð hart rakt av eldgosi. Tann peningurin skuldi brúkast til at senda skótar úr Grindavík á summarlegu í Íslandi.

Hetta er 41. ferð, at Skótahjálpin verður hildin, og eins og vanligt fáa skótarnir, ið luttaka, útflýggjaðan ein faldara við kunning um verkætlanirnar, og har skótarnir eisini skráseta arbeiðið, ið verður framt, og peningin, ið verður latin. Faldararnir verða prentaðir í næstum og verða útflýggjaðir so skjótt, sum til ber.

Luttakandi skótarnir fáa eisini merki at seta á búnan, og eisini í ár trekkja vit lut millum luttakararnar um tríggjar soviposar frá Jógvan Weihe.

Animatiónsfilmur hjá Beranum

Føroyska verkætlanin, sum Skótahjálpin stuðlar í ár, er ein animatiónsfilmur hjá Beranum.

Berin er ein felagsskapur í Føroyum, hvørs endamál er at veita fakkønan stuðul og hjálp til børn og ung, sum hava mist ella sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin, umframt foreldur, sum hava mist børn.

Berin skal undir eina verkætlan at lata úr hondum ein animatiónsfilm, sum skal brúkast í arbeiðinum hjá Beranum.

Filmurin verður framleiddur saman við ungum, sum áður hava luttikið í Beranum, og støði verður tikið í teirra egnu sorgarreaktiónum.

Børn og ung, sum eru knýtt at Beranum, fáa beinleiðis gagn av filminum, sum verður brúktur til bólkaundirvísing og einstaklingasamrøður í Beranum. Harumframt er ætlanin, at filmurin verður brúktur sum undirvísingartilfar, tá Berin hevur framløgur á skúlum og stovnum.

Í samráð við tey ungu kemur filmurin møguliga eisini at liggja á heimasíðuni hjá Beranum og kann sostatt røkka enn fleiri.

Skúlaverkætlan í James Village í Liberia

Útlendska verkætlanin, sum Skótahjálpin stuðlar í ár, er ein verkætlan hjá Mirjam felagsskapinum, sum skal tryggja børnunum í fjarskotnu bygdini James Village í Liberia skúlagongd.

James Village er fjarskotin bygd, og nærmasti skúli er fimm kilometrar burturi gjøgnum tættan frumskóg.

Í James Village eru um 40 børn, ið hava tørv á skúlagongd, og ætlanin hjá Mirjam felagsskapinum er at fáa ein lærara til bygdina, sum kann undirvísa børnunum.

Eisini er ætlanin at verkætlanin skal tryggja børnunum skúlabøkur, skúlaklæðir og eina máltíð um dagin, soleiðis at tey hava neyðugu fortreytirnar fyri at læra.

Felagsskapurin Mirjam er diakonalur felagsskapur, sum virkar fyri kvinnuíverksetan í Liberia og Kenya. Felagsskapurin Mirjam hevur heimstað í Klaksvík og er skipaður sum sjálvsognarstovnur.