Skótasamskipanirnar í Føroyum hava allar týtt sína skótalóg og lyfti eftir upprunaliga tekstinum hjá stovnaranum, Baden Powell. Tær hava tí allar sama innihald, hóast orðingarnar eru eitt sindur ymiskar. Lógin og lyftið eru líka gomul sum skótarørslan, frá 1907, men eru tó líka tíðarhóskandi enn.
Baden-Powell legði stóran dent á trúskap hins einstaka mótvegis guði, kongi og fosturlandinum. Skótalógin er ætlað at tala til moralin hjá einstaka skótanum um praktiskar gerðir í sambandi við ein sjálvan, guð og næstan.
Tá ið tú gerst skóti, skalt tú læra teg skótalógina, so tú veitst, hvat skótarørslan stendur fyri.
Tá ið tú so hevur lært teg skótalógina og hevur verið virkin í patruljuni og skótaliðnum eina tíð, eigur tú at geva skótalyftið – og tá gerst tú ein rættur skóti!
Skótalívið er spennandi og stuttligt, men tað krevur eisini eitt sindur av tær – at tú tekur støðu til at liva eftir skótalógini, og at tú vilt gera tína skyldu í samfelagnum.
KFUM-Skótarnir í Føroyum
Skótalógin
- Skótin er altíð sannur í talu og atferð
- Skótin er trúgvur
- Skótin er hjálpsamur
- Skótin er góður vinur
- Skótin er høviskur í øllum lutum
- Skótin er djóravinur
- Skótin er lýðin
- Skótin er væl hýrdur
- Skótin er sparin og røkin
- Skótin er reinur í huga, orðum og gerðum
Skótalyftið
Við æru míni gevi eg tað lyfti:
1. At eg eftir førimuni skal vera trúgvur móti Guði og landi mínum
2. Vera hjálpsamur móti øllum
3. Halda skótalógina
Føroya KFUK Skótar
Skótalógin
- Skótin er at lýta á
- Skótin er trúgvur
- Skótin er hjálpsamur
- Skótin er góður leikbróðir
- Skótin er fólkaligur og vælsiðaður
- Skótin er djóravinur
- Skótin er lýðin
- Skótin ber trupulleikar væl hýrdur
- Skótin er sparin og røkin
- Skótin er reinur í hugsan, orð og gerð
Skótalyftið
Eg lovi við æru míni og alt tað, eg eri ment
– at vera trúgvi móti Guði og føðilandi mínum
– at vera hjálpsom móti øllum menniskjum
– og at halda skótalógina
Føroya Skótasamband
Skótalógin
- Ein skóti tosar altíð satt
- Ein skóti er trúgvur móti landi sínum, foreldrum og leiðarum
- Ein skóti er erligur og álítandi
- Ein skóti er góður vinur
- Ein skóti er riddarligur og hjálpsamur móti øllum
- Ein skóti er góður við djór
- Ein skóti er lýðin honum, sum rætt hevur at bjóða
- Ein skóti arbeiðir við lív og huga
- Ein skóti er sparin og hampiligur
- Ein skóti er reinur í tankum, orðum og virkan
Skótalyftið
Eg lovi at gera mítt besta fyri
– altíð at halda skótalógina
– altíð at hjálpa øðrum
– og í einum og øllum at vísa meg sum ein rættan skóta