Danska ferðaliðið hevur nú latið upp fyri tilmeldingum til Moot 2025 í Portugal, og vit í Føroyum hava fingið 10 pláss í danska ferðaliðnum.
Moot – ella Rovermoot, sum tað eisini verður kallað – verður hildin fjórða hvørt ár, og er fyri rovarar millum 18 og 25 ár. Ert tú eldri enn 25, ber eisini til at tekna teg sum IST’ara (International Service Team).
Hesaferð verður Mootið í Portugal frá 25. juli til 3. august í 2025, og væntað verður, at upp móti 5.000 rovarar taka lut á leguni, sum verður á Bucaquinho skótadeplinum.
Meira er at lesa um Mootið á https://worldscoutmoot.pt/.
Vit skulu gera vart við, at hóast vit hava felags tilmelding í Føroyum, er talan ikki um eitt føroyskt ferðalið sum so, og at tað verður undir danskari leiðslu, at túrurin verður fyriskipaður.
Prísurin fyri luttøku er 13.000 krónur umframt ferðakostnað millum Føroyar og Danmark. Við í prísinum er eisini eitt fyrireikingarvikuskifti í Danmark og samansjóving í Portugal undan leguni sjálvari. Møguliga fer at bera til at fáa eitt sindur av prísinum, um tað verður ov trupult at fara á fyrireikingarvikuskifti, men hetta er ikki vist enn.
Tilmelding fer fram við at útfylla oyðublaðið her.